Ægir kvinnur 3:55.60 og føroyskt met í 4×100 frí

Ægir liðsvimjingin føddar 1996 og yngri setti á FM á stuttgeil hin 5. mai 2016 nýtt føroyskt met á stuttgeil (25m) í 4×100 frí fyri kvinnur, við at svimja teinin uppá 3:55.60. Gamla metið var 3:55.91. Tær fýra sum svumu vóru Signhild Joensen (2000), Barbara Debes (2000), Jana B. Thomsen (2000) og Cecilia Wigant Eysturdal (1996).

Ægir kvinnur á FM 2016 S

Ægir kvinnur á FM 2016 S

This entry was posted in Kapping and tagged . Bookmark the permalink.