So er tað FM á stuttgeil 2016

Nú hósdagin byrjar FM á stuttgeil 2016, sum er endabresturin í kappingarkalendaranum hjá Svimjisambandi Føroya her heima í Føroyum, svimjiárið 2015-2016.

FM 2015

Tíðarætlanin er hendan

  • Hósmorgun 5. mai – Innleiðandi riðlar frá kl 09:30
  • Hósdag 5. mai – Finalur frá kl 17:00 til 19:00
  • Fríggjamorgun 6. mai – Innleiðandi riðlar frá kl 09:30
  • Fríggjadag 6. mai – Finalur frá kl 17:00 til 19:00
  • Leygarmorgun 7. mai – Innleiðandi riðlar frá kl 09:30
  • Leygardag 7. mai – Finalur frá kl 17:00 til 19:00

Kringvarp Føroya sjónvarpar beinleiðis frá øllum finalum, allar tríggjar dagar.

Hartil ber til at at síggja startlistar, úrslitalistar og fylgja við úrslitunum beinleiðis her á Live Timing: http://livetiming.dk/index.php?cid=2813

FM á stuttgeil 2016 er síðsti kjansur at svimja seg á landsliðini til Evropeisku JuniorMeistarstevnuna 2016 í Ungarn í summar, og til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2016 í Finnlandi um somu tíð.

FM á stuttgeil 2016 er eisini stevnan har ársins svimjarar og stjørnuskot verða kosin, og har gullnálir verða handaðar til teir svimjarar sum síðani seinasta FM á stuttgeil hava rokkið neyðugu gullnálatíð.

Tilsamans eru tey 76 svimjarar úr 6 feløgum sum fara kappast einar 495 ferðir tilsamans í 42 kappingum. Í fjør vórðu 5 føroysk met og 6 juniormet sett á FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2015.

Vit gleða okkum til at síggja spennandi kappingar og skjóta svimjing, á hesi síðstu svimjistevnu her heima áðrenn skúlasummarfrítíðina. Aftaná tað er tað heimurin sum bjóðar av, á EM og OL og so framvegis.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Innbjóðing: FM 2016
Startlisti (txt) fm2016-startlisti
Startlisti (html) fm2016-startlisti

This entry was posted in Kapping and tagged . Bookmark the permalink.