Føroyskir svimjarar granskast á iNOVA

Føroyskir svimjarar fara nú í seinni helvt av februar at luttaka í eini granskingarverkætlan hjá Fróðskaparsetur Føroya og Københavns Universitet, á testdeplinum hjá iNOVA í Tórshavn, at royna at staðfesta um svimjiergometur kunnu lýsa teirra svimjievni í vatni.

Magni Mohr vísir venjarum og leiðarum útgerðina á iNOVA, 18. apríl 2015

Magni Mohr vísir venjarum og leiðarum útgerðina á iNOVA, 18. apríl 2015

Svimjararnir skulu í tveimum førum geva seg fult út í 3 minuttir á einum svimjiergometri, og úrslitini haðani so samanberast við teirra um somu tíð bestu svimjiúrslit á øllum teinum frá 50 til 1500 metrar frísvimjing.

Eitt svimjiergometur minnir nógv um eina rógvimaskinu, har rørslurnar tó líkjast teimum sum vit síggja í svimjing. Tey verða longu nógv brúkt í svimjing; men er stóri ósvaraði spurningurin her, um tað vísindaliga kann staðfestast at vera nakar samanhangur millum úrslitini á svimjiergometri, og teimum í veruligari svimjing.

Teir sum standa fyri granskingarverkætlanini, eru Magni Mohr, Phd og lektari í ítróttarvísund á Fróðskaparsetri Føroya, og Nikolaj Nordsborg, Phd og lektari í ítróttarvísund á Københavns Universitet. Nordsborg hevur longu gjørt nakrar líknandi testir við svimjarum á úrvalsdeplinum NTC (det Nationale TræningsCenter) hjá danska svimjisambandinum, men eru úrslitini úr Føroyum tó ógvuliga týðandi, til at staðfesta ein møguligan samanhang.

Sum vit í føroysku svimjingini skilja tað, so er sostatt talan um slóðbrótandi virksemi, sum Setrið er farið undir, á iNOVA í samstarvi við Københavns Universitet og Svimjisamband Føroya. At eingin sovorðin svimjispesifikk vísundaliga grundað fitness-test finst enn, sum á landi kann staðfesta hvussu svimjarar eru fyri til at svimja skjótt á stutt-, mið- og lang-teinum.

Teir svimjarar sum skulu testast í Føroyum, eru einir 20 útvaldir svimjarar á úrvalsstøði, sum eru minst 14 ára gamlir og sum eru so mikið væl fyri kropsliga, at teir kunnu halda til sera hørðu testina á serliga svimjiergometrinum. Tað ljóðar kanska lætt at koyra seg fult út í bara 3 minuttir, men er testin tó ógvuliga hørð, sambært teimum sum hava roynt hana.

Týsdagin hin 16. februar verður eitt serligt royndarumfar, undir leiðslu av bæði Magna Mohr og Nikolaj Nordsborg, har fyrstu svimjarar sleppa at royna testina á svimjiergometri. Síðani verða tvær testir fyriskipaðar til hvønn svimjara á svimjiergometri, umframt at teir skulu royna eftir bestu tíðum á 50, 100, 200, 400, 800 og 1500 metra frísvimjing.

Um tað vísur seg at vera samanhangur millum testúrslitini á svimjiergometri og teimum í hylinum, so vil Svimjisamband Føroya gera samstarvsavtalu við iNOVA, um regluliga testir á svimjiergometri har. Og um ikki, so vilja vit royna at finna aðrar mátar, til á landi at kunna staðfesta svimjiførleikan i vatni.

Granskingarverkætlanin er sera viðkomandi fyri svimjing um allan heim, við tað at tað enn eru fáar um ikki ongar kanningar, ið vísundaliga kunnu ávisa ella avvísa eitt samsvar millum svimjiergometur og svimjing, hóast útgerðin sum nevnt longu verður brúkt nógv.

Vegna Svimjisamband Føroya,

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.