Norðurlendsk Meistarastevna fyri Masters 2015

GG! Vit hava trupulleikar við at fáa samband til SuperLive tænastuna hjá IC Control, og ein alternativur stroymur er tí settur upp her: http://raclip.com/?page_id=284

Svimjisamband Føroya skipar nú í vikuskiftinum fyri Nordic Open Masters Championships 2015, í Svimjihøllini í Gundadali. Tilsamans 318 svimjarar úr 8 londum fara at kappast í 14 aldursbólkum, har yngsti svimjari er 25 ár, og elsti 93.

fomm2012

Talan er um Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Masters, sum samstundis er skipað sum opin kapping, ið merkir at eisini onnur enn norðurlendingar kunnu luttaka.

Tilsamans 126 kvinnur og 171 menn hava boðað frá luttøku, harav 260 útlendingar úr Danmark, Estlandi, Finlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki og Týskalandi.

Kappast verður í aldursbólkum á fimm ár, har yngsti aldursbólkur eru svimjarar 25-29 ár, og elsti tríggir mans úr Føroyum og Noregi sum fara at kappast í aldursbólkinum 90-94 ár.

Kappast verður í trimum stevnupørtum:

  • Fríggjakvøldið 2. oktober frá kl 17:30
  • Leygarmorgunin 3. oktober frá kl 08:30
  • Leygardagin 3. oktober frá kl 15:00

Aftaná kappingina verður veitsla fyri teimum luttakandi, dómarum og hjálparfólkum.

Ætlanin er at stroyma beinleiðis sjónvarp frá øllum kappingum, á hesi heimasíðu:
http://livetiming.se/superlive.php?cid=2466

Sí annars www.nom2015.org, www.ssf.fo og www.svimjing.com

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Kapping and tagged . Bookmark the permalink.