Úttøka til HM 2015 í Kazan

Starvsnevnd SSF avgjørdi á fundi í gjárkvøldið at taka út fylgjandi svimjarar til HeimsMeistarastevnuna 2015, sum verður í Kazan í Russlandi frá 2. til 9. august 2015.

  • Pál Joensen (1990), Suðuroyar Svimjifelag
  • Alvi Hjelm (1996), Ægir
  • Astrið Foldarskarð (1994), Havnar Svimjifelag
  • Lena Rannváardóttir (1998), Havnar Svimjifelag

Pál Joensen hevur klárað A-kravtíðina hjá FINA til luttøku í 400, 800 og 1500 frí, umframt B-kravtíðina til luttøku í 200 frí.

Hini eru úttikin sambært regluni hjá FINA um at vit kunnu luttaka við upp til 2 monnum og 2 kvinnum, um færri enn 4 hava klárað kravtíðirnar hjá FINA. Úttøkan er her fyrst og fremst grundað á FINA stig rokkin á langgeil.

Image courtesy of Nikita, CC BY 2.0

Image courtesy of Nikita, CC BY 2.0

This entry was posted in Óbólkað. Bookmark the permalink.