Kravtíðir til EJM/EL, NMU og HM 2015

Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna og Evropeisku Leikir í Baku í Aserbadjan hin 23. til 27. juni 2015, og til HeimsMeistarastevnuna í Kazan í Russlandi hin 2. til 9. august 2015.

1200px-RubinKazanNewStadium

Kravtíðarskipanin til EJM/EL í Baku er so gott sum tann sama sum til EJM 2014, har vit tó nú mugu hava í hyggju ta kvotu á 5 svimjarar sum fyriskipararnir av EJM/EL hava givið okkum.

Kravtíðarskipanin til HM er sum ásett av FINA, har svimjararnir skulu klára ávísar kravtíðar, og Svimjisambandið annars kann taka út 2 kvinnur og 2 menn, um færri enn hetta klára kravtíð.

Úttøkuskipanin til NMU verður sum undanfarin ár, ein úttøka av so-og-so nógvum svimjarum út í frá FINA stigum, við minstakravi á 500 stig. Nágreiniliga talið er ikki ásett enn, men verður væl sum vant eini 8 til 10.

Starvsnevndin tilskilar sær rætt at ikki taka út svimjarar, um støðið verður hildið at vera ikki nøktandi.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Kravtidir-til-EJM_EL-og-HM-2015

Photo “RubinKazanNewStadium” by Amar77Own work. Licensed under CC BY-SA 3.0 via Wikimedia Commons.

This entry was posted in Kapping and tagged , . Bookmark the permalink.