100 dagar

Í dag eru 100 dagar síðani síðsta aðalfund hjá Svimjisambandi Føroya, og sostatt eisini 100 dagar síðani nýggja starvsnevndin tók yvir við mær sum formanni. Ein spennandi tíð, um enn hin setningurin eisini rennur mær til hugs, at ‘tað er ikki bara at biðja lova sær’.

DCIM100GOPRO

Tað gekk eingin tíð áðrenn vit høvdu hendurnar djúpt í suppuni, við áseting av kravtíðum, fyrireikingum til HM og NJM/NM, fyrireiking av rættarmáli ímóti LEN, umframt viðgerð av meira prinsipiellum spurningum, sum til dømis um hvat ið er ein føroyingur.

Eg skal blankt viðganga, at tað var tann tíð, tá í fyrstanini, har eg stúrdi fyri púra at køva starvsnevndarlimirnar, vegna alt tað sum tey við mær máttu fyrihalda seg til. Men nýggja starvsnevndin hevur vist seg at vera ógvuliga eldhugað, og tí var tann óttin til alla lukku gjørdur til skammar.

Nú aftaná 100 dagar byrjar eitt mynstur at tekna seg, og harvið møguleiki at fáa betur skil á tí mesta. Ikki so at skilja, at alt verður betur nú, og at vit fara at orka nógv meira; men líka nógv at vit byrja at kenna okkara avmarkingar. Oftast er betur at halda seg til tað sum vit megna, enn at lova meira enn vit kunnu halda

Nakað av tí sum vit arbeiða við beint nú, er at fáa allýst hvør sum kann umboða Føroyar í svimjing, og at skaffa fígging til framtíðar virksemi. Vit eru í ferð við at fáa nýggjan bókhaldara, nú Eli Stakksund í eitt mannaminni hevur hjálpt okkum við hesum, og leita eftir fólki til dómsnevndina, nú limir har eisini vilja takka fyri seg.

Nýggja starvsnevndin virkar sum ein toymi; kanska í so nógv vil onkur nokk halda, nú so gott sum alt verður vent í nevndini. Vit eru tó bara 5 fólk í sjálvari starvsnevndini umframt aðalskrivarin, og hava tí tørv at fáa aðrar nevndir í gongd afturat, so at starvsnevndin kann miðsavna seg um tað hon eigur at gera.

Vit hava brúk fyri afturmeldingum eisini, og ætla tí okkurt slag av SSF-ráðstevnu í næstum, fyri okkum sum brenna fyri føroyska svimjing. Hetta er viðgjørt og fyri so vítt samtykt, at vit taka eitt vikuskifti onkunstaðni við ikki so fastlagdari skrá, til at finna útav hvat ið vit ymisku halda at vit eiga at gera, og hvussu vit skulu gera tað.

Eitt annað sum vit ætla, er at fáa leiðarar og venjarar valdar longu nú, til alt tað ymiska sum hendir í summar. Hetta er frávik frá háttinum vit hava brúkt seinastu árini, har venjarin varð valdur út í frá hvør sum hevði mest kvalifiseraðu svimjarar á viðkomandi liði, og og tí ikki kundi veljast fyrr enn liðið varð tikið út. Orsøkin til broytingina er einamest, at vit ynskja venjingarlegurnar aftur, har neyðugt tí er at vita fyrr hvør ‘eigur’ liðið, umframt at geva fólki møguleika at betri tilrættisleggja sínar feriur.

Starvsnevndin arbeiðir í fyrstu atløgu bara fram ímóti tiltøkunum í summar, millum annað tí at hatta ráðstevnuvikuskiftið jú kann vísa á tørv sum vit ikki síggja. Ein møguleiki er til dømis at seta ein landsliðsvenjara aftur, sum tá yvirtekur í øllum førum part av venjingarlegunum.

Vit hava ymisk ‘stríðsmál’ eisini, sum so ella so skulu avklárast. Ítróttasamband Føroya hevur fingið eina økta játtan til altjóða arbeiði, sum vit halda okkum hava uppiborið ein rímiligan lut í, og so er tað spurningurin um úrvalspengar eisini. Málið um EJM í Baku er til alla lukku við at verða avgreitt, við hollum stuðli frá ÍSF-forsetanum.

So ja, her er nokk at tríva í. Eg havi óivað gloymt okkurt, sum eg so verði flóvur um at hava yvirsæð her. Til tíðir minnir hetta mest um at jonglera við alt ov nógvum bóltum, har fleiri koma afturat so hvørt sum aðrir detta niður.

Í síðsta enda eiga vit í føroysku svimjingini væl øll at minnast til, at vit liva í eini søguligari tíð. Í ringasta føri fer hendan tíðin einaferð í framtíðini at verða kallað gulltíðin hjá føroyskari svimjing, og í besta føri var hetta bara byrjanin. Vónandi tað seinna.

Ein gamalur klassafelagi hvakk við herfyri, tá ið hon skilti at eg og nógv við mær í svimjingini arbeiða ólønt. Til tað kann eg ikki siga so nógv annað, enn at tað hevði verið dýrt at keypt seg til teir stólar sum vit sita í, við fyrstu parkett til føroyska ítróttarsøgu. Og tað eru eisini pengar ! 🙂

Dagurin í dag varð hildin við Íþróttafræðasetur Háskóla Íslands á Laugarvatni, har eg fekk eitt gott prát við Hafþór B Guðmundsson, lektara, um svimjiskúlar, lívbjargni og fyribyrging av druknivanlukkum, við serligum atliti at áhugaverdu skipanini hjá íslendingum.

Vit fóru ein túr í sauna eisini. Og í heitan pott. Og í kalda Laugarvatn.

DCIM100GOPRO

Mikudagin er norðurlendskur fundur í Reykjavík.

Við svimjikvøðu

Rókur

This entry was posted in Felagsskapur. Bookmark the permalink.