Heilsan til føroyingarnar á RIG 2015

Góðu tit svimjarar, venjarar og leiðarar,

Hjartaliga til lukku við óføru úrslitunum á Reykjavík International Games 2015 !

Meðan føroyska samfelagið meira ella minni lá lamið vegna illveður og stórkava, so stríddu tit tykkum til Íslands at kappast, og hava har skarað framúr á altjóða stevnu. Úrslitini tala fyri seg sjálvi: 7 føroysk met, 10 føroysk juniormet, 14 gull, 3 silvur og 2 bronsu í unglingakappingini, og 5 gull, 7 silvur og 9 bronsu í kappingini fyri allar aldursbólkar.

RIG 2015. Dan Hjelm eigur myndina.

RIG 2015. Dan Hjelm eigur myndina.

Tit eru fyrimyndarlig, at soleiðis ikki geva upp, hóast veður og ferðslusamband ikki var til vildar; men heldur líta framá og finna tað hvílu sum man nú einaferð kann undir sovorðnum umstøðum, til at kappast um heiðursmerki bæði morgun og kvøld.

Svimjisambandið hevur skyldu at bjóða tykkum hóskandi avbjóðingar, í tann mun sum tað yvirhøvur letur seg gera. Hesuferð betaldu tit sjálvi fyri ferð og luttøku á RIG, tí at Svimjisambandið roynir at koma burtur úr einum minus í sínum roknskapi. Eitt undirskot sum snøgt sagt skyldast, at tit svimjarar hava uppiborið meira enn tað sum vit hava pening til.

Nógv størsti partur av útreiðslunum hjá Svimjisambandi Føroya fer til luttøku á altjóða stevnum, umframt fyri ein part til meistarastevnur her heima. Løgtingið hevur júst játtað ÍSF meira enn eina millión í stuðuli til altjóða virksemi, og halda vit í Svimjisambandinum at vit náttúrliga eiga ein rímiligan lut í hesum, sum tey ið skapa flestu og bestu altjóða úrslit.

Men hetta tekur tíð at fáa upp á pláss. Og tá er tað so vælsignað at eiga slíkt úrval, sum ikki bíðar eftir pengunum men leggja út sjálvi, tí at menningin hjá tykkum ikki fær bíðað eftir okkum. Ikki at tað er rætt at tit so ofta skulu gjalda sjálvi, tá ið onnur kunnu fáa í posa og sekk uppá vónir og dreymar um framtíðina. Tað mátti bara verða so, beint nú.

Eitt spennandi ár er fyri framman, har fleiri av tykkum longu nú hava víst støði sum ongantíð fyrr, og hetta enntá so mikið tíðliga á árinum. Vit skulu til Mare Nostrum, evropeisku leikir í Baku, Oyggjaleikir á Jersey, NMU í Finnlandi, HM í Kazan og EM í Ísrael. Vit skulu royna at kvalifisera í øllum førum Pál og kanska onkran afturat til OL í Rio. Og vit skulu alt møguligt annað eisini.

Føroysk ítróttarsøga verður í hesum árum skrivað einamest vegna okkara framúr svimjarar, tá ið tað kemur til altjóða úrslit.

So koyrið á, tit úrmælingar. Vit eru stolt av tykkum, og vit hava brúk fyri tykkum!

Góða ferð heim, her er enn tjúkt í kava.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Føroysk heiðursmerki og met á RIG 2015

Føroysk met (7)

  • Ásbjørg Hjelm (1999) Ægir 34.77 í innleiðandi 50 bringu, 16/1-2015
  • Ásbjørg Hjelm (1999) Ægir 34.61 í A-finalu í 50 bringu, 17/1-2015
  • Ásbjørg Hjelm (1999) Ægir 2:44.46 í finalu í 200 bringu, 17/1-2015
  • Óli Mortensen (1996) HS 2:09.45 í finalu í 200 firvald, 17/1-2015
  • Cecilia Wigant Eysturdal (1996) Ægir 2:08.02 í 200 frí, 17/1-2015
  • Cecilia Wigant Eysturdal (1996) Ægir 4:30.47 í 400 frí, 18/1-2015
  • Ásbjørg Hjelm (1999) Ægir 1:15.77 í 100 bringu, 18/1-2015

Føroysk juniormet (10)

  • Ásbjørg Hjelm (1999) Ægir 34.77 í innleiðandi 50 bringu, 16/1-2015
  • Sára R. Nysted (2001), SuSvim 2:28.56 í innleiðandi 200 blandað, 17/1-2015
  • Ásbjørg Hjelm (1999) Ægir 35.61 í A-finalu í 50 bringu, 17/1-2015
  • Sára R. Nysted (2001) SuSvim 2:27.91 í finalu í 200 blandað, 17/1-2015
  • Signhild Joensen (2000) Ægir 1:07.49 í A-finalu í 100 rygg, 17/1-2015
  • Ásbjørg Hjelm (1999) Ægir 2:44.46 í finalu í 200 bringu, 17/1-2015
  • Ásbjørg Hjelm (1999) Ægir 1:17.01 í innleiðandi 100 bringu, 18/1-2015
  • Sára R. Nysted (2001) SuSvim 1:00.17 í innleiðandi 100 frí, 18/1-2015
  • Ásbjørg Hjelm (1999) Ægir 1:15.77 í 100 bringu, 18/1-2015
  • Róland Toftum (1998) SuSvim 2:29.49 í 200 bringu, 18/1-2015

Heiðursmerki 14 ár og yngri

Gull (14)

  • Hugin Næs Lave (2001) SuSvim 38.29 í 50 bringu, 16/1-2015
  • Hugin Næs Lave (2001) SuSvim 4:59.21 í 400 frí, 17/1-2015
  • Sára R. Nysted (2001) SuSvim 2:28.56 í 200 blandað, 17/1-2015
  • Sára R. Nysted (2001) SuSvim 1:12.22 í 100 rygg, 17/1-2015
  • Hugin Næs Lave (2001) SuSvim 1:22.98 í 100 bringu, 17/1-2015
  • Sára R. Nysted (2001) SuSvim 2:50.59 í 200 bringu, 17/1-2015
  • Rói Bech (2001) SuSvim 1:03.22 í 100 frí, 17/1-2015
  • Sára R. Nysted (2001) SuSvim 2:14.25 í 200 frí, 17/1-2015
  • Sára R. Nysted (2001) SuSvim 4:49.14 í 400 frí, 18/1-2015
  • Sára R. Nysted (2001) SuSvim 2:40.07 í 200 rygg, 18/1-2015
  • Sára R. Nysted (2001) SuSvim 1:19.95 í 100 bringu, 18/1-2015
  • Hugin Næs Lave (2001) SuSvim 3:00.78 í 200 bringu, 18/1-2015
  • Sára R. Nysted (2001) SuSvim 1:00.17 í 100 frí, 18/1-2015
  • Rói Bech (2001) SuSvim 2:20.86 í 200 frí, 18/1-2015

Silvur (3)

  • Hugin Næs Lave (2001) SuSvim 5:35.45 í 400 blandað, 16/1-2015
  • Rói Bech (2001) SuSvim 5:02.20 í 400 frí, 17/1-2015
  • Brynhild Johannesen (2002), SuSvim 2:48.39 í 200 rygg, 18/1-2015

Bronsa (2)

  • Rani Jacobsen (2001) SuSvim 1:32.65 í 100 bringu, 17/1-2015
  • Hugin Næs Lave (2001) SuSvim 2:42.24 í 200 blandað, 18/1-2015

Heiðursmerki opin bólkur

Gull (5)

  • Ásbjørg Hjelm (1999) Ægir 35.61 í 50 bringu, 17/1-2015
  • Óli Mortensen (1996) HS 4:05.02 í 400 frí, 17/1-2015
  • Ásbjørg Hjelm (1999) Ægir 2:44.46 í 200 bringu, 17/1-2015
  • Ásbjørg Hjelm (1999) Ægir 1:15.77 í 100 bringu, 18/1-2015
  • Róland Toftum (1998) SuSvim 2:29.49 í 200 bringu, 18/1-2015

Silvur (7)

  • Alvi Hjelm (1996) Ægir 4:40.21 í 400 blandað, 16/1-2015
  • Alvi Hjelm (1996) 4:13.08 í 400 frí, 17/1-2015
  • Sára R. Nysted (2001) SuSvim 2:27.91 í 200 blandað, 17/1-2015
  • Alvi Hjelm (1996) Ægir 54.27 í 100 frí, 17/1-2015
  • Eyðbjørn Joensen (1996) Ægir 31.84 í 50 bringu, 18/1-2015
  • Signhild Joensen (2000) Ægir 2:27.40 í 200 rygg, 18/1-2015
  • Óli Mortensen (1996) HS 1:57.45 í 200 frí, 18/1-2015

Bronsa (9)

  • Signhild Joensen (2000) Ægir 1:07.49 í 100 rygg, 17/1-2015
  • Róland Toftum (1998) SuSvim 1:10.31 í 100 bringu, 17/1-2015
  • Sára R. Nysted (2001) SuSvim 2:49.10 í 200 bringu, 17/1-2015
  • Cecilia Wigant Eysturdal (1996) Ægir 2:08.02 í 200 frí, 17/1-2015
  • Signhild Joensen (2000) Ægir 32.19 í 50 rygg, 18/1-2015
  • Eyðbjørn Joensen (1996) SuSvim 25.33 í 50 frí, 18/1-2015
  • Alvi Hjelm (1996) Ægir 2:13.14 í 200 blandað, 18/1-2015
  • Eyðbjørn Joensen (1996) SuSvim 1:00.39 í 100 firvald, 18/1-2015
  • Sára R. Nysted (2001) SuSvim 1:00.23 í 100 frí, 18/1-2015

 

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.