Formansskifti í SSF

Svimjisamband Føroya hevði sín árliga aðalfund í gjár, har millum annað formansval var á skránni. Eisini var ta stórmál á skránni, at Føroyar sum er ikki sleppa at luttaka undir egnum flaggi á næstkomandi Evropeisku JuniorMeistarastevnu.

Rókur í Jákupsstovu og Jon Hestoy. Símun á Høvdanum tók myndina.

Rókur í Jákupsstovu og Jon Hestoy. Símun á Høvdanum tók myndina.

Fyri vali í ár stóðu formaðurin Jon Hestoy, umframt nevndarlimirnir Hanna í Horni og Sørin S. Djurhuus. Sørin ynskti at taka við afturvali, meðan hini bæði ikki ynsktu at taka við afturvali.

Undirritaði Rókur í Jákupsstovu boðaði fyrr í ár formonnunum í føroysku svimjifeløgunum frá, at eg bjóðaði meg fram sum formann í Svimjisambandi Føroya. Tað valið fór fram uttan mótvalevni, og vil eg takka feløgunum fyri sýndan stuðul.

Fyri Honnu í Horni hevði starvsnevndin í uppskoti at Katrin Sørensen varð vald. Katrin er fyrrverandi svimjari úr Tvøroyrar Svimjifelag, sum millum annað luttók fyri Føroyar á Oyggjaleikum á Jersey í 1997. Hetta valið fór eisini fram uttan mótvalevni.

Siðani skuldi nýggjur næstformaður veljast í eitt 1-ára-skeið, við tað at undirritaði nú varð formaður. Her hevði starvsnevndin í uppskoti at velja táverandi eykalim í starvsnevndini Eyðun Húsgarð, meðan Ægir skeyt upp at velja Dan Hjelm.

Tískil varð skrivlig atkvøðugreiðsla um næstformanspostin, sum Eyðun Húsgarð vann við fýra atkvøðum ímóti trimum.

Síðsta valið var tá ið nýggjur eykalimur nú skuldi veljast. Ægir skeyt upp at velja Dan Hjelm, og varð hann tá valdur uttan mótvalevni.

Starvsnevnd SSF. Frá vinstru Sørin S. Djurhuus, Anni á Hædd, Rókur í Jákupsstovu, Eyðun Húsgarð og Dan Hjelm. Katrin Sørensen væntar á myndini.

Starvsnevnd SSF. Frá vinstru Sørin S. Djurhuus, Anni á Hædd, Rókur í Jákupsstovu, Eyðun Húsgarð og Dan Hjelm. Katrin Sørensen væntar á myndini. Myndamaður Símun á Høvdanum

Viðfest er formansfrágreiðingin hjá Jon Hestoy, har millum annað fyrrnevnda stórmál verður umrøðt, at Føroyar sum er ikki fáa luttikið á næstkomandi Evropeisku JuniorMeistarastevnu:

Síðani seint í 2012 hevur verið tosað um, at EJM í 2015 skal vera í Baku, Aserbadjan, sum ein partur av European Games. Vit hava gjørt vart við, at tað var týdningarmikið, at LEN tryggjaði sær, at øll 51 limalondini høvdu rætt at luttaka. Paolo Barelli forseti í LEN, kundi á aðalfundinum vissa um, at henda avtala var upp á pláss, og øll LEN limalond sluppu at luttaka undir egnum flaggi.

Stutt eftir aðalfundin komu kontraboð, og nú vóru boðini, at Føroyar og Gibraltar einans kundi luttaka sum ein partur av olympiska liðnum hjá Danmark og Stóra Bretlandi. Svimjisambandið boðaði beinanvegin frá, at tað fór undir ongum umstøðum, at luttaka á EJM 2015 undir øðrum flaggi enn tí føroyska. Síðani hetta hevur nógv virksemið verið um hetta málið, men støðan er enn óbroytt.

Á aðalfundin hjá LEN í Lago de Garda, 2. oktober 2014, tók undirittaði orðið og bað limalondini stemma ímóti at góðkenna ársfrágreiðingina hjá starvsnevndini í LEN. Hetta tí at starvsnevndin við at lata EJM til ein fyriskipara, ið ikki ynskti at lata øll limalondini luttaka, hevði forbrotið seg móti evstulógina hjá LEN. Hetta skapti nógv orðaskiftið á aðalfundinum, og nógv lond tóku undir við, at hetta var ikki sum tað átti. Tá avtornaði stemmaðu tey flestu norðanlondini ímóti ársfrágreiðingini.

Orsøkin til at LEN hevur valt at lata EJM til Baku og EG er eitt gjald upp á 900.000 Euro til LEN og fría ferð og uppihald til allar svimjarar og leiðarar.

Starvsnevndin hevur umrøtt hetta málið og hevur avgjørt at arbeiða við at fara í CAS, Court of Abritration for Sport, hetta er gerðarætturin fyri ítrótt í Lausanne í Sveis. Arbeitt verður nú við at fáa fígging til hetta mál. Vónandi tekur aðalfundurin undir við, at vit koyra hetta málið víðari.

Orðstýrarin Poul Nolsøe helt nú á aðalfundinum hetta mál vera so mikið prinsipielt, at hann bað um fyrst viðmerkingar um málið, og síðani atkvøðugreiðslu um spurningin um at fara í gerðarættin fyri ítrótt í Lausanne við málinum.

Her var lítil og eingin ivi. Beinanvegin skiltist at fleiri formenn høvdu minst líka sterkar meiningar um málið sum starvsnevnd SSF, og avgjørdi aðalfundurin eisini einmælt at arbeiðast skuldi víðari við málinum.

Aðalfundurin endaði í sátt og semju. Sum nýggjur formaður í Svimjisambandi Føroya vil eg takka tykkum sum nú fara frá fyri gott samstarv, og tykkum feløgum fyri álitið sum er sýnt mær og hinum nevndarlimunum.

Vónandi fáa vit í felag styrkt føroyska svimjing enn meira, nú fram ímóti Rio og longur.

Vegna Svimjisamband Føroyar

Rókur í Jákupsstovu

SSF_Fragreiding_til adalfundin_2013

This entry was posted in Felagsskapur. Bookmark the permalink.