Birita føroyskt met í 100 rygg á HM í Barcelona

Tað gongur uppá stás hjá føroysku svimjarunum í Barcelona, har heimsmeistarastevnan í svimjing í hesum døgum verður avgreidd. Birita Debes setti í morgun nýtt flott føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing, við at svimja 1:05.64 har hennara met frá Danish Open í mars mánaða var 1:06.19, og harvið hava føroyingarnir til nú sett 2 føroysk met í 2 kappingum.

Í morgin er tað so Pál Joensen sum skal royna seg, í innleiðandi 800 metra frísvimjing til at royna at koma í finalu mikukvøldið. Mikumorgun skal Bartal Hestoy royna seg í 200 blandað og Birita Debes í 50 rygg, og síðani hava tey frí hósdagin áðrenn Poula, Pál og Bartal aftur skulu royna seg eftir fylgjandi skrá:

Fríggjadag 2. august
Poula Ø. Mohr 50 firvald

Leygardag 3. august
Pál Joensen 1500 frí

Sunnudag 4. august
Bartal Hestoy 400 blandað

Um Pál klárar í finaluna í 1500 frí, leygardagin, so er hon sunnukvøldið 5. august. Til ber at fylgja við HM í svimjing á Eurosport, umframt øðrum rásum sum t.d. svenska SVT2 og norska NRK2. Hartil hevur altjóða svimjisambandið FINA nógv gott tilfar og leinki á www.fina.org, og HM í Barcelona sína egnu heimasíðu á www.bcn2013.com. Sí eisini www.svimjing.com og www.ssf.fo, ið skriva mest um føroyingarnar.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu
Barcelona

****

Ferðaliðið í Barcelona kann treffast á fylgjandi (sponskum) telefon-numrum:

Kristian Martin Joensen, venjari: (0034) 685 054 150
Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandi Føroya: (0034) 685 054 067
Rókur í Jákupsstovu, næstformaður og ferðaleiðari í Barcelona: (0034) 665 096 360

This entry was posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.