Føroyskt met til Poulu, fyrsta dag á HM 2013

Heimsmeistarastevnan í svimjing byrjaði avbera gott fyri okkum føroyingar, tá ið Poula Øssursdóttir Mohr longu í fyrstu kapping setti stórt nýtt føroyskt met, við at svimja 100 metra firvaldasvimjing uppá 1:04.58. Hon átti sjálv føroyska metið, frá tá ið hon á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona í juni mánaða svam teinin uppá 1:05.92. Áðrenn tað átti Birita Debes metið á 1:04.96 frá Danish Open stevnuni í mars mánaða, og áðrenn tað Shaila millum Garðarnar frá tá ið hon á HM í Rom í 2009 svam teinin uppá 1:08.17.

(Poula og Birita á HM í Barcelona. Poula er til vinstru, Birita í T-shirt)

Umboð fyri Svimjisamband Føroya eru samd um at hetta var best møguligi startur uppá luttøkuna hjá føroyingunum á heimsmeistarastevnuni í svimjing á langgeil, sum verður avgreidd í Palau Sant Jordi ítróttararenaini á Monjuïc í Barcelona í Spania. Kristian Martin Joensen sigur at hetta var tann sverara kappingin hjá Poulu, so nú burdi ligið væl fyri at roynt eftir føroyska metinum eisini í 50 firvald, næsta fríggjadag, sum er 28.94 hjá Astrið Foldarskarð frá Danish Open í mars mánaða.

Skrá fyri føroysku luttøkuni á HM í Barcelona 2013

Sunnudag 28. juli
Poula Ø. Mohr 100 firvald

Mánadag 29. juli
Birita Debes 100 rygg

Týsdag 30. juli
Pál Joensen 800 frí

Mikudag 31. juli
Birita Debes 50 rygg
Bartal Hestoy 200 blandað

Fríggjadag 2. august
Poula Ø. Mohr 50 firvald

Leygardag 3. august
Pál Joensen 1500 frí

Sunnudag 4. august
Bartal Hestoy 400 blandað

Um Pál klárar í finalu í sínum kappingum, so eru tær ávíkavist 800 metra frísvimjing finala mikukvøldið 31. juli og 1500 metra frísvimjing finala sunnukvøldið 4. august. Hópurin er sum heild væl fyri, so tað kundi so væl verið at okkurt gott úrslit kom afturat, hesa komandi vikuna.

Til ber at fylgja við HM í svimjing á Eurosport, umframt øðrum rásum sum t.d. svenska SVT2 og norska NRK2. Eisini hevur altjóða svimjisambandið FINA sína egnu sjónvarpsrás á netinum, sum vísir samandráttir frá kappingunum, umframt at tey hava eina ‘live bloggu’ við øllum møguligum áhugaverdum tilfari frá HM í Barcelona. Hartil er ‘live timing’ sum vant á www.omegatiming.com, umframt at føroyskt tilfar verður lagt á www.ssf.fo og www.svimjing.com

Viðkomandi leinki
Eurosport: http://tv.eurosport.dk/tvschedule.shtml
SVT: http://www.svt.se/tv-tabla/
NRK: http://tv.nrk.no/guide
FinaTV: http://www.fina.org/H2O/index.php?option=com_content&view=article&id=2189&Itemid=1209
Barcelona 2013 – FINA Live Blog: http://www.fina.org/H2O/index.php?option=com_content&view=article&id=3881&Itemid=1516

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu
Barcelona

****

Ferðaliðið í Barcelona kann treffast á fylgjandi (sponskum) telefon-numrum:

Kristian Martin Joensen, venjari: (0034) 685 054 150
Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandi Føroya: (0034) 685 054 067
Rókur í Jákupsstovu, næstformaður og ferðaleiðari í Barcelona: (0034) 665 096 360

This entry was posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv and tagged . Bookmark the permalink.