SSF ætlar at senda stórt lið til EM í Herning

Starvsnevnd SSF samtykti á fundi hóskvøldið at vilja royna at senda eitt rímiliga stórt lið til evropameistarastevnuna á stuttgeil 2013, sum verður í Herning í Danmark í desember mánaða. Vit hugsa umleið 8 av okkara bestu svimjarum, íroknað okkara bestu juniorar, men tað kemur sjálvsagt ann uppá hvussu støðið er í heyst.

Herning 2013 poster in tiny Leirvík, Faroe Islands

Orsøkin er sjálvsagt at tað hesu ferð verður lutfalsliga bíligt hjá okkum at senda svimjarar ‘bara’ til Danmarkar, heldur enn longur út í heim, umframt at vit gjarna vilja stuðla Danmark í at fáa eina stórsligna undirtøku úr Norðanlondum.

Møguliga koma vit av fíggjarligum ávum at gera eina stigvísa úttøku, har tey mest uppløgdu verða fíggjað 100% av Svimjisambandinum, og har vit so lata upp fyri nøkrum eyka svimjarum afturat, afturfyri partvísa eginfígging. Alt hetta pluss kravtíðir verður at finna útav aftaná summartíðina, men ambitiónirnar eru í hvussu er at hava eini 8 við til EM 2013.

Afturat hesum skipar Svimjisamband Føroya sum kunnugt fyri landsdysti ímóti Íslandi hin 5. oktober, og norðurlendskari meistarastevnu og juniormeistarastevnu í Gundadali hin 6. – 8. desember 2013. Í báðum førum við avtalu um at Kringvarp Føroya sjónvarpar, og við ætlan um so stóra, kappingarførari luttøku sum gjørligt. So her er nógv spennandi í væntu hjá føroyskum svimjarum, komandi hálvárið.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.