Aðalfundur í Svimjisamband Føroya, 25. mai

Leygardagin, tann 25. mai kl. 13.00, verður árligi aðalfundin hjá Svimjisamband Føroya hildin í ÍSF-húsinum.
Svimjisambandið bjóðar eitt bita til fundarluttakararnir.

Skrá samb. lógunum – sí http://www.ssf.fo/felagsskapur/reglugerd/log-fyri-svimjisamband-f%C3%B8roya/ grein 7.

Nevndarlimir, ið standa fyri vali eru:
Rókur í Jákupsstovu, næstformaður
Jórun Eið Johannesen, skrivari

Rókur í Jákupsstovu tekur við afturvali
Jórun Eið Johannesen tekur ikki við afturvali og fyri hann skjýtur starvsnevndin upp at velja Anni á Hædd

Eitt mál eru komin inn.
Tað er eitt uppskot er til lógarbroyting, tað er til grein 7 um aðalfundin:
7. Aðalfundurin

Hægsti myndugleiki í SSF er aðalfundurin, sum verður hildin í mai mánað. Aðalfundurin skal lýsast í bløðunum og á heimasíðu SSF ein mánað framm­anundan.

Broytast til:
Hægsti myndugleiki í SSF er aðalfundurin, sum verður hildin í september mánað. Aðalfundurin skal lýsast í bløðunum og á heimasíðu SSF ein mánað framm­anundan.

Møtið fjølment, bæði úr feløgunum og nevndunum.

This entry was posted in Felagsskapur, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.