Kunning um úttøkur til EM, NMU og EJM 2012

EM í Debrecen 21. til 27. mai:
Juniorar, ið hava klára kravtíðina til EJM og seniorar ið hava klára kravtíðina til EM
Kravtíðarskeiðið: 21. mai 2011 til 15 apríl 2012.
(Klárar juniorur kravtíðina til EJM í tíðarskeiðinum 16. apríl til 13. mai 2012, sleppur viðkomandi ikki við til EM, einans EJM.)
Sambært grein E.13.4 í General Event Rules hjá LEN skulu kvinnur fylla 15 og menn fylla 17 í kalendaraárinum, fyri at luttaka til Evropeiskar meistarastevnur.

EJM í Antwerpen 4. juli til 8. juli
Drengir 17 og 18 ár, árgang 94 og 95
Gentur 15 og 16 ár, árgang 96 og 97
Juniorar, ið hava klára kravtíðina
Kravtíðarskeiðið: 4. juli 2011 til FM 13. mai 2012

NMU í Danmark 6. til 8. juli í Danmark
Dreingir sum fylla 15 og 16 í kalendaraárinum árgang 96 og 97
Gentur sum fylla 13 og 14 í kalendaraárinum árgang 98 og 99
8 svimjarar
Úttiknir til NMU 2101 í Danmark verða í mesta lagi teir 8 svimjarar, sum á FM/JM og MU røkka hægsta FINA stigatal í einari einstaklingakapping, og sum hava aldur til NMU. Einans FINA-stig í kappingum, ið verða svomnar á NMU telja við! Vit kenna ikki skránna fyrrenn 1. apríl.

Sí kravtíðir her:
https://ssf.fo/kapping/kravtidir/kravti%C3%B0ir-2012-25m/
https://ssf.fo/kapping/kravtidir/kravti%C3%B0ir-2012-50m/

—–

Hevur svimjari nátt kravtíðina meira enn 4 mánaðir innan kappingina, skal viðkomandi hava sýnt í vár at viðkomandi hevur møguleika at klára tíðina.
Fyri alla úttøku er galdandi
Fyri alla úttøku er reglugerðin um úttøku og kravtíðir galdandi, sí: https://ssf.fo/felagsskapur/reglugerd/reglugerd-um-uttoeku-og-kravtidir/.
Gevið gætur, at eingin er úttikin fyri enn úttøkan er staðfest av starvsnevndini, tað vil siga at svimjari, ið svimur ájavnt ella undir eina kravtíð kann verða úttikin til kappingina.

Fyri at kunnað vera úttikin til lið hjá SSF, skal svimjari hava svomið vár-T3000 testina í tíðarskeiðinum 1. januar til 31 mars. T3000 testin er ikki ein kapping, men ein skráseting av, hvussu skjótt svimjarin kann svimja 3000 metrar. Vanligt er at svimjarar taka eina T3000 tvær ferðir um árið og hon verður brúkt sum eitt barometur fyri, hvussu væl svimjarin er fyri júst tá. Vit vænta og vóna at hetta fær stóra undirtøku millum svimjarar í øllum aldri.

Vegna Svimjisamband Føroya

Jon Hestoy, formaður

This entry was posted in Á breddanum, Kapping. Bookmark the permalink.