Eitt fantastiskt síðsta kvøld hjá svimjarunum

Líka sum vit hildu okkum hava tapt svimjistevnuna fyri vist, svingaðu svimjararnir seg upp til at vinna og vinna, til tað at enda stóð á jøvnum 15 gull til Guernsey og 15 til okkum, 12 silvur til Guernsey og 12 til okkum, og so 11 bronsur til Guernsey og 6 til okkum. Føroyingar vunnu hartil síðstu óoffisiellu kappingina 8×50 frí fyri menn og kvinnur, so at Guernsey offisielt vann stevnuna uppá bronsur, meðan vit vunnu moralskt við 16 sigrum. Pál setti oyggjaleikamet í 200 bringu, mennirnir í 4×100 frí, og menn og kvinnur eisini í 8×50 frí.

100 blandað kvinnur
Poula Øssursdóttir Mohr megnaði at vinna bronsu, í kapping har hetlendska Andrea Strachan setti oyggjaleikamet við 1:04.59. Lara Butler av Cayman vann silvur við 1:06.14, og Poula so bronsu við 1:07.92.

400 frí menn
Gull til Pál við 3:54.02, eitt sindur ov spennandi tí at hann lat John Gallichan av Jersey fylgja við sær sum so satsaði alt ímóti endanum, so at teir noyddust at sprinta síðstu longdirnar. Gallichan silvur við 3:55.23 og hetlendingurin Felix Gifford bronsu við 4:06.01.

200 firvald kvinnur
Sum væntað legði Kristina Neves seg á odda og dróg frá, til nýtt oyggjaleikamet 2:17.58, frammanfyri Charlotte Atkinson av Isle of Man á 2:21.20 og Laru Butler av Cayman á 2:23.20. Turið S. Christiansen svam eitt vet spakuligari enn í morgun, fimtapláss við 2:32.33.

100 rygg menn
Ian Powell av Guernsey legði seg beinanvegin á odda og dróg frá, men Magnus kom sterkt aftur ímóti endanum, so at munurin gjørdist bara 54.33 og nýtt oyggjaleikamet til Ian Powell, 54.74 og silvur til Magnus, og 56.47 og bronsu til Thomas Hollingsworth av Guernsey.

100 frí kvinnur
Birita Debes valdi at melda frá her, til at spara seg til eftirfylgjandi 50 rygg og stafettir. Kristina Eliasen varð nummar 4 við 1:00.36. Emily Bashforth av Jersey vann gull og setti oyggjaleikamet við 57.41, Amy Harper úr Hetlandi silvur við 58.15, og Kristina Neves av Guernsey bronsu við 58.74.

50 frí menn
Pauli Øssursson Mohr megnaði at vinna gull við 23.59, skjótastu tíð hjá honum síðani at superdraktirnar vórðu bannaðar, meðan at Heðin L. Olsen megnaði at vinna bronsu við 24.20. Matthew Girard av Guernsey silvur við 24.14.

50 rygg kvinnur
Birita Debes gull við 29.82, Poula Øssursson Mohr silvur við 30.61, Kerrie Smith av Jersey bronsu við 30.91. Tíðirnar vóru einki at reypa av hjá teimum báðum føroyingum, og tað var eisini í so tætt í fyrstanini, men tað endaði tíbetur allíkavæl við at tær endurtóku gullið og silvurið frá 2009.

200 bringa menn
Pál Joensen megnaði her at vinna gull í hørðum dysti ímóti Thomas Hollingsworth, við flottum nýggjum oyggjaleikameti 2:1596, vunnið uppá úthaldni síðstu longdirnar. Hann átti sjálvur oyggjaleikametið á 2:16.06 frá Álandi, svomið í superdrakt. Thomas Hollingsworth av Guernsey silvur við 2:16.96, og Frank Estrada av Menorca bronsu við 2:22.72.

4×100 blandað kvinnur
Birita, Turið, Poula og Cecilia góvu tað tær áttu, við tíð undir fyrrverandi oyggjaleikametið frá Álandi á 4:22.75, men tíverri við Jersey frammanfyri á 4:21.16. Gull til Jersey, silvur til Føroyar og Guernsey bronsu við 4:24.89.

4×100 frí menn
Aftur ein fantastiskur dystur, Magnus, Pauli, Heðin og Pál svumu seg í sænk, í hørðum dysti við Guernsey, sum vit lukkutíð vunnu við nýggjum oyggjaleikameti 3:24.10. Guernsey silvur við 3:25.20, Jersey bronsu við 3:28.58. Sostatt komu vit ájavnt við Guernsey við 15 gull, ájavnt við 12 silvur, men tíverri við bara 6 bronsu í mun til teirra 9. Guernsey vann, uppá bronsurnar.

4×50 frí kvinnur og menn
Føroyingar smurdu alt av, Guðrun, Magnus, Kristina, Heðin, Poula, Pauli, Birita og Pál við nýggjum oyggjaleikameti 3.21.26, frammanfyri Jersey á 3:24.52 og Guernsey á 3:24.95. Tilsamans 15 gull, 12 silvur og 6 bronsu, umframt hetta síðsta óoffisiella gullið.

Heiðursmerkjabýtið í kvøld

  1. Føroyar 5 gull, 3 silvur, 2 bronsur
  2. Guernsey 2 gull, 3 silvur, 3 bronsur
  3. Jersey 2 gull, 1 silvur, 2 bronsur
  4. Hetland 1 gull, 1 silvur, 1 bronsu
  5. Cayman 1 silvur, 1 bronsu
  6. Isle of Man 1 silvur
  7. Menorca 1 bronsu

Endaliga heiðursmerkjabýtið í svimjing

  1. Guernsey 15 gull, 12 silvur, 11 bronsur
  2. Føroyar 15 gull, 12 silvur, 6 bronsur
  3. Hetland 5 gull, 2 silvur, 3 bronsur
  4. Jersey 3 gull, 10 silvur, 12 bronsur
  5. Isle of Man 2 gull, 4 silvur, 3 bronsur
  6. Isle of Wight 2 gull, 1 silvur, 1 bronsu
  7. Cayman 2 silvur, 4 bronsur
  8. Menorca 1 bronsu

Hartil vunnu vit 8×50 frí

Oyggjaleikamet til føroyingar í kvøld

  • Pál Joensen 2:15.96 i 200 bringu
  • Magnus, Pauli, Heðin og Pál 3:24.10 í 4×100 frí
  • Guðrun, Magnus, Kristina, Heðin, Poula, Pauli, Birita og Pál 3.21.26 í 8×50 frí

Saman um tikið

Málið um 30 gullmerki varð ikki rokkið, heldur ikki at vinna meira enn á Álandi, og eftir øllum at døma heldur ikki at vinna stevnuna fyri triðju ferð. Men vit vunnu meira enn á Rhodos, 15 gull, 12 silvur og 6 bronsur nú, í mun til 15 gull, 6 silvur og 6 bronsu tá. Tað eru næstflest heiðursmerki, bara yvirgingið av Oyggjaleikum á Álandi.

Kravið var hart til hesar leikir, so at vit kundu royna eftir hesum 30 gullmerkjunum, um støðið á leikunum stóð umleið í stað. Nú eftir svimjistevnuna vita vit, at tað gjørdi tað so slettis ikki. Tvørtur ímóti var tað klárt tað hægsta nakrantíð, samstundis sum okkara svimjarar høvdu torført við at finna formin, og tó so mundu vit vunnið stevnuna.

Ein kann spyrja seg sjálvan, hvar vit høvdu verið, um ikki málið var høgt.

Til lukku svimjarar, tit góvu guernseybúgvum ein skarpan gang.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.