Góðar vónur fyri finalurnar á 2. degi

Næsti morgun gekk væl betri enn fyrsti, hjá svimjarum okkara á Isle of Wight. 7 ferðir svumu tey seg í finalu í kvøld við bestu tíð av øllum, og í einum fýra-seks øðrum førum burdu vit eisini havt møguleika fyri heiðursmerki, ið fara at koma væl við í samlaðu kappingini ímóti Guernsey.

800 frí kvinnur
Cecilia W. Eysturdal var klárt skjótast av teimum sum ikki komu í sjálva finaluna, við 9:10.43 í mun til Rosie Gard av Isle of Wight á 9:30.84 og Alicia Munro av Guernsey á 9:44.04. Hon hevur tó svomið eitt sindur skjótari, føroyskt juniormet 9:09.47 á FM 2011, og í kvøld er tær 5 sum hava tilmeldingartíðir skjótari enn hetta.

400 blandað menn
Pál Joensen vant burtur úr hinum við 4:32.96 í mun til Frank Estrada frá Menorca á 4:38.41 og Colin Bensadon av Gibraltar á 4:40.05. Thomas Hollingsworth svimur ikki hesa kapping, og vit kunnu tí væl loyva okkum at vænta okkum hetta gullmerkið í kvøld.

200 bringa kvinnur
Her setti Turið S. Christiansen seg í respekt við 2:38.22, í mun til Victoriu Parfit frá Guernsey á 2:41.20, Paige Critchley frá Isle of Wight á 2:41.51, Lauru Kinley av Isle of Man á 2:42.16 og Tanju Skaalum á 2:44.17. Besta offisiella tíð hjá Turið er hennara føroyska met 2:38.31 frá HS stevnu í apríl mánaða, og besta hjá Tanju 2:43.74, so hetta sær eisini bara heilt gott út.

100 firvald menn
Magnus megnaði akkurát at fáa bestu tíð í innleiðandi her, við 55.91 í mun til Ian Powell á 55.97 og Thomas Hollingsworth á 57.85, báðir av Guernsey. Men einki er givið her, Powell hevur tilmeldingartíð 54.48 og er í form, í mun til at føroyska metið hjá Magnusi frá FM 2011 er 54.60.

100 rygg kvinnur
Birita Debes svam seg uttan nakað press til bestu tíð 1:04.61, og Poula Ø. Mohr varð nummar 2 við 1:05.34, frammafyri Charlotte de Wit á 1:05.37. Tíðin hjá Poulu var besta tíð hjá henni, um enn óoffisiell vegna stutta hylin, har besta tíð áðrenn var 1:06.40 frá úttøkustevnuni í apríl mánaða. Men favoritturin í kvøld er og verður Birita, við føroyskum meti 1:01.46, frá tá ið hon gjørdist norðurlendsku juniormeistari í desember 2010.

50 bringa menn
Her streyk Darren Mew av Isle of Wight til bestu tíð 28.63, í mun Daniel Cederqvist av Gotlandi á 30.85, Mikael Popov av Isle of Wight á 31.15, og so Paula Ø. Mohr á 31.26. Dánjal Hestoy svam seg til eitt 13. pláss við 33.04, í kapping sum mest var til at halda seg í gongd. Besta tíð hjá Paula er 29.00, frá úttøkustevnuni í apríl mánaða, so hevur verður torført at vinna gull.

50 firvald kvinnur
Astrið Foldarskarð setti bestu tíð her, 29.09, frammanfyri Kristinu Neves av Guernsey á 29.21, og Kristinu Eliasen á 29.32. Beint aftanfyri eru tó aðrar skjótari dámur, Ebony Jacklin av Jersey á 29.62, Amy Harper úr Hetlandi á 29.87 og Clare Grundy av Isle of Wight á 29.91, so hetta verður ein avbera skjót og tøtt finala.

200 frí menn
Pál Joensen svam seg rættiliga komfortabult til bestu tíð 1:52.14, frammanfyri Thomas Hollingsworth av Guernsey á 1:53.83 og Tom Gallichan av Jersey á 1:53.92. Heðin L. Olsen kom eisini akkurát í finaluna, við 1:56.85, og hevur tí enn kjans at basa Páli í kvøld.

200 blandað kvinnur
Turið S. Christiansen rakk tíverri akkurát ikki finaluna her, uttan so at onkur onnur meldar frá. Turið svam 2:27.97, har síðstapláss í finaluni fór til Emily Bashforth av Jersey við 2:27.37. Andrea Strachan úr Hetlandi svam skjótast av øllum 2:22.95, Kristina Neves av Guernsey næstskjótast 2:24.28, og Ella Dias av Jersey triðskjótast 2:24.76.

4×50 frí menn
Magnus, Pauli, Dánjal og Pál svumu her næstbestu tíð 1:36.92, aftanfyri Guernsey á 1:34.57 og frammanfyri Jersey á 1:37.99. Dysturin í kvøld verður óivað millum hesar tríggjar oyggjar, kanska Hetland eisini við 1:38.51. Oyggjaleikametið hjá Guernsey er 1:33.28 frá Álandi í 2009, har okkara lið varð kolldømt.

4×50 blandað kvinnur
Poula, Eva, Kristina og Cecilia svumu seg trygt í finaluna við 2:03.05, frammanfyri Jersey á 2:05.77 og Isle of Man á 2:05.99. Guernsey endaðu aftast við 2:07.18, men brúktu ikki Neves, so tær eru óivað við eisini í kvøld. Ikki tí, vit eiga eisini gentur at skifta inn.

Vegna Svimjisamband Føroya

Jon Hestoy

Liðið hevur telefon +298 51 75 59

This entry was posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.