13 svimjarar til AMÍ 2011

Nú seinnapartin 22. juni fóru 13 ungir svimjarar við Norrønu til Íslands, at fyrst kappast á Aldursflokkameistaramót Íslands á Akureyri 23. til 26. juni 2011, og síðani venja. Talan er um svimjarar úr flestu feløgum, sum vórðu úttiknir eftir føroyameistarastevnuni í mai mánaða, at umboða Føroyar á hesi árligu meistarastevnuni fyri svimjarar undir íslendskan senioraldur.

Kappast verður í Sundlaug Akureyrar, sum er uttandura 25 metra hylur við 6 geilum. Stevnan er skipað í aldursbólkum 11-12 ár, 13-14 ár, 15-16 ár og 17-18 ár, har føroyska luttøkan tó er avmarkað til gentur 13-14 ár og dreingir 15-16 ár, umframt eina gentu í aldursbólkinum 11-12 ár. Runt roknað svimjarar sum fara at hava aldur til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung í 2012, og til Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna) í Føroyum í 2013.

Gentur 11-12 ár

  • Ásbjørg Hjelm úr Ægir

Gentur 13-14 ár

  • Victoria W. Eysturdal, Óluva Jacobsen og Victoria Biskopstø úr Ægir
  • Sigurgunn Danielsen og Helga Nielsen úr FLOT
  • Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag
  • Bjørk S. Róadóttir úr Havnar Svimjifelag

Dreingir 14-15 ár

  • Høgni Simonsen og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjfelag
  • Markus Joensen og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag
  • Alvi Hjelm úr Ægir

Við svimjarunum eru Mirjam og Dan Hjelm sum ferðaleiðarar, Carsten Andersen sum hjálparleiðari, umframt Morentsa Thomsen og Rúni Gaardbo sum venjarar.

Aftaná stevnuna fer ungdómslandsliðið at venja einar fýra í Íslandi, áðrenn heimkomu aftur fríggjamorgunin hin 1. juli. Sostatt hevur Svimjisambandið tvey ferðalið avstað um Oyggjaleikatíð, teljandi tilsamans 27 svimjarar, 5 venjarar og 7 leiðarar, umframt formannin sum verður til staðar á Isle of Wight.

Til ber at fylgja við AMÍ 2011 á www.odinn.is/is/upplysingar/ami-2011. Hartil fylgja vit sum altíð sum frægast við í Føroyum, til dømis á www.svimjing.com, og á øðrum føroyskum svimjiheimasíðum sum www.aegirsvim.fo,www.fsvim.com, hs.fo og www.ssf.fo.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.