Enn eitt ófatiligt FM í svimjing

Svimjisamband Føroya skipaði her í vikuskiftinum fyri árligu Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni í svimjing, í svimjihøllini í Gundadali. Undan kappingini var ivasamt um støðið fór at vera líka høgt sum í fjør, við tað at úttøkan til Oyggjaleikir longu var í apríl mánaða, men úrslitið var tó at hetta gjørdist greitt besta Føroyameistarastevna nakrantíð.

Ægir mest vinnandi felag
Ægir vann flest heiðursmerki, bæði hjá juniorum og seniorum, tilsamans 39 gull, 16 silvur og 22 bronsu, Havnar Svimjifelag varð nummar tvey við 23 gull, 17 silvur og 18 bronsu, og Suðuroyar Svimjifelag nummar trý við 20 gull, 37 silvur og 24 bronsu. Miðsavningin er greið í føroyskari svimjing, at tað eru feløgini við 25 metra hyljum sum nú vinna, tilsamans 82 gull, 70 silvur og 64 bronsu, í mun til 2 gull, 13 silvur og 15 bronsu til feløgini við 16 metra hyljum.

Pál mest vinnandi svimjari
Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag vann flest heiðursmerki av øllum svimjarum, 11 gull og 3 silvur, eisini hóast hann sum seniorur ikki kundi vinna nakað í juniorkappingini. Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag vann næstflest 11 gull og 1 bronsu, og tær báðar Cecilia Eysturdal og Turið S. Christiansen úr Ægir triðflest 8 gull og 1 bronsu í part.

Ægir og HS bestu lið
Í liðsvimjingunum vóru tað Ægir og Havnar Svimjifelag sum skaraðu framúr, Ægir við at vinna gull í øllum kappingum hjá kvinnum, og HS við at vinna øll hjá monnum. Ægir megnaði enntá at seta juniormet í øllum trimum innleiðandi kappingum og seniormet í øllum finalum, umframt eitt eyka juniormet í finalu, meðan HS setti 2 juniormet og 3 seniormet hjá monnum.

Birita og Pál ársins svimjarar
Ársins svimjarar gjørdust Birita Debes úr Ægir og Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Birita fyri millum annað at hava vunnið gull á NJM 2010 sum fyrsta føroyska kvinna nakrantíð, og Pál Joensen fyri at hava vunnið millum annað silvur á EM í Budapest 2010, umframt 2 gull, 3 silvur og 1 bronsu á World Cup stevnum í heyst.

Guðrun og Óli ársins stjørnuskot
Ársins stjørnuskot gjørdust Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag, Guðrun millum annað tí hon setti føroyskt met í 50 frí nú á FM, við tíðini 26.40 har metið hjá Shailu millum Garðarnar frá EM á stuttgeil í Rijeka í 2008 var 26.49, og Óli fyri góða framgongd sum heild, íroknað fleirfald heiðursmerki á Bergen Swim Festival herfyri.

Tað eru høvuðsvenjararnir í føroysku svimjifeløgunum sum velja ársins svimjara og stjørnuskot, við innleiðandi fundum og síðani atkvøðugreiðslu á FM. Hartil heiðrar SSF tann svimjara sum klárar flest FINA stig í einari svimjigrein á sjálvum FM, sum í ár aftur varð Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, við 7:51.22 og 833 FINA stigum í 800 frí.

13 føroysk met og 22 juniormet
Føroysku svimjararnir settu tilsamans 13 føroysk met og 22 juniormet á FM/JM 2011, afturat teimum 12 føroysku metunum og 28 juniormetunum sum eru sett higartil í 2011. Sostatt eru tað nú sett tilsamans 25 føroysk met og 50 juniormet í 2011, í mun til 42 føroysk met og 127 juniormet tilsamans í 2010.

4 gullnálir og 1 gullnál við stjørnu
Tríggir svimjarar kláraðu at svimja seg til gullnál á sjálvum FM, afturat teimum báðum sum hava klárað gullnál og gullnál við stjørnu hetta undanfarna árið. Cecilia W. Eysturdal úr Ægir fekk gullnál fyri at hava vunnið 400 frí á FM við nýggjum juniormeti 4:22.88, Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag gullnál fyri at hava vunnið silvur í 400 frí á FM við 4:23.93, Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag gullnál fyri at hava vunnið 50 frí á FM við nýggjum føroyskum meti 26.40, Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag gullnál fyri av hava vunnið gull í 50 firvald á landsdystinum ímóti Íslandi í oktober 2010 við tá nýggjum føroyskum meti 24.95, og Birita Debes úr Ægir gullnál við stjørnu fyri at vinna gull í 100 rygg á NJM 2010, tá fyri FLOT og SSF, við nýggjum føroyskum meti 1:01.46.

HM- og EJM-landsliðini funnin
Føroyameistarastevnan var síðsta freist at klára kravtíð til EJM og HM í summar, tó uttan at nakar kláraði uppí liðini afturat teimum sum longu eru kvalifiseraði. EJM-landsliðið verður sostatt Birita Debes, Cecilia Eysturdal og Heðin L. Olsen úr Ægir, umframt Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag.

Kravtíðir til HM skulu klárast á langgeil sambært krøvum frá altjóða svimjisambandinum FINA, og tað var tí longu áðrenn stevnuna greitt at einasti luttakari fyri Føroyar hesu ferð verður Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, við tað at FM vegna enn væntandi langhyl í Føroyum er á stuttgeil.

Komandi avbjóðingar
Næstu avbjóðingar hjá føroysku svimjarunum verða Mare Nostrum stevnurnar í juni mánaða, har Pál Joensen og EJM-landsliðið Birita Debes, Magnus Jákupsson, Cecilia W. Eysturdal og Heðin L. Olsen skulu luttaka fyrst á stevnuni í Barcelona, og síðani Pál Joensen eisini á stevnuni í Canet en Roussillon.

Síðani eru tað Oyggjaleikir á Isle of Wight síðst í juni mánaða, og so evropeiska juniormeistarastevnan í Beograd tíðliga í juli mánaða. At enda er tað heimsmeistarastevnan í Shanghai síðst í juli mánaða, áðrenn vit skifta yvir í heysthálvuna við landsdysti ímóti Íslandi, World Cup stevnum, evropameistarastevnu og norðurlendska juniormeistarastevnu á stuttgeil.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Ársins svimjarar

  • Birita Debes, Ægir
  • Pál Joensen, Suðuroyar Svimjifelag

Ársins stjørnuskot

  • Guðrun Mortensen, Suðuroyar Svimjifelag
  • Óli Mortensen, Havnar Svimjifelag

Flest FINA-stig á FM/JM 2011

  • Pál Joensen, Suðuroyar Svimjifelag – 7:51.22 og 833 FINA stig í 800 frí

Gullnálir handaðar á FM/JM 2011

  • Magnus Jákupsson (HS) 24.95 í 50 firvald á landsdysti ímóti Íslandi hin 9. okt. 2010
  • Cecilia W. Eysturdal (Ægir) 4:22.88 í 400 frí á FM/JM 2011 hin 21. mai 2011
  • Tanja Skaalum (SuSvim) 4:23.93 í 400 frí á FM/JM 2011 hin 21. mai 2011
  • Guðrun Mortensen (SuSvim) 26.40 í 50 frí á FM/JM 2011 hin 21. mai 2011

Gullnál við stjørnu handað á FM/JM 2011

  • Birita Debes (tá FLOT, nú Ægir) 1:01.46 í 100 rygg á NJM 2010 hin 11. des. 2010

Juniormeistarastevnan 2011

Felag Gull Silvur Bronsu
Ægir 21 10 11
HS 13 7 5
SuSvim 7 17 14
FS 1 7 8

Føroyameistarastevnan 2011

Felag Gull Silvur Bronsu
Ægir 18 6 11
SuSvim 13 20 10
HS 10 10 13
FS 1 6 6
FLOT 0 0 1

Heiðursmerki tilsamans á FM/JM 2011

Felag Gull Silvur Bronsu
Ægir 39 16 22
HS 23 17 18
SuSvim 20 37 24
FS 2 13 14
FLOT 0 0 1

Føroysk met

1. dagur

  • Magnus Jákupsson (1994), HS – 2:01.08 í 200 rygg
    – hann átti sjálvur metið 2:03.12 frá úttøkustevnuni í apríl
  • Eva Trygvadóttir (1996), Ægir – 34.19 í 50 bringu
    – hon átti sjálv metið 34.29 frá úttøkustevnuni í apríl
  • Ægir kvinnur (1994) – 3:59.98 í 4×100 frí
    – Astrið Foldarskarð, Birita Debes, Cecilia W. Eysturdal og Turið S. Christiansen
    – Ægir átti metið 4:02.20 frá FM 2010
  • HS menn (1990) – 3:57.99 í 4×100 blandað
    – Magnus Jákupsson, Pauli Ø. Mohr, Bartal Hestoy og Dánjal Hestoy
    – HS átti metið 4:03.09 frá Oyggjaleikum í 2003

2. dagur

  • Ægir kvinnur (1995) – 4:30.31 í 4×100 blandað
    – Birita Debes, Turið S. Christiansen, Óluva Jacobsen og Cecilia W. Eysturdal
    – Ægir átti metið 4:30.63 frá FM 2010
  • Magnus Jákupsson (1994), HS – 54.60 í 100 firvald
    – Hann átti sjálvur metið frá 55.60 frá úttøkustevnuni í apríl mánaða
  • Magnus Jákupsson (1994), HS – 25.74 í 50 rygg
    – Kári J. á Høvdanum átti metið 25.99 frá Oyggjaleikum á Álandi í 2009
  • Guðrun Mortensen (1997), SuSvim – 26.40 í 50 frí
    – Shaila millum Garðarnar átti metið 26.50 frá EM í Rijeka í 2008
  • Ægir kvinnur (1995) – 4:27.59 í 4×100 blandað
    – Birita Debes, Turið S. Christiansen, Óluva Jacobsen og Cecilia W. Eysturdal
    – tær áttu sjálvar metið á 4:30.31 frá innleiðandi riðlunum
  • HS menn (1990) – 3:30.32 á 4.100 frí
    – Magnus Jákupsson, Pauli Ø. Mohr, Óli Mortensen og Dánjal Hestoy
    – HS átti metið á 3:32.78 frá FM 2010

3. dagur

  • Magnus Jákupsson (1994), HS – 55.34 í 100 rygg
    – hann átti sjálvur metið 55.64 frá úttøkustevnuni í apríl mánaða
  • Ægir kvinnur (1993) – 1:48.99 í 4×50 frí
    – Birita Debes, Cecilia W. Eysturdal, Astrið Foldarskarð og Hildur á Fløtti
    – SuSvim átti metið 1:50.24 frá SuSvim stevnu í mars mánaða
  • HS menn (1990) – 1:35.29 í 4×50 frí
    – Magnus Jákupsson, Dánjal Hestoy, Óli Mortensen og Pauli Ø. Mohr
    – HS átti metið 1:35.59 frá FM 2010

Juniormet

1. dagur

  • Turið S. Christiansen (1996), Ægir – 2:25.61 í 200 blandað
    – hon átti sjálv metið á 2:26.55 frá úttøkustevnuni í apríl
  • Cecilia W. Eysturdal (1996), Ægir – 9:09.47 í 800 frí
    – hon átti sjálv metið á 9:13.07 frá SuSvim stevnu í mars
    -Tanja Skaalum úr SuSvim var eisini undir metið við 9:10.71
  • Ægir gentur (1995) – 4:02.49 í 4×100 frí
    – Cecilia W. Eysturdal, Turið S. Christiansen, Birita Debes, Óluva Jacobsen
    – SuSvim átti metið á 4:06.83 frá Ægir stevnu í oktober
  • Turið S. Christiansen (1996), Ægir – 2:24.52 í 200 blandað
    – Turið átti sjálv metið frá 2:25.61 frá innleiðandi riðlunum
  • Magnus Jákupsson (1994), HS – 2:01.08 í 200 rygg
    – hann átti sjálvur metið 2:03.12 frá úttøkustevnuni í apríl
  • Eva Trygvadóttir (1996), Ægir – 34.19 í 50 bringu
    – hon átti sjálv metið 34.29 frá úttøkustevnuni í apríl
    -Tanja Skaalum úr SuSvim var eisini undir metið við 34.28

2. dagur

  • Magnus Jákupsson (1994), HS – tangering 26.11 í 50 rygg
    – Kári J. á Høvdanum svam 26.11 á DMK í 2008
  • Ægir gentur (1995) – 4:30.31 í 4×100 blandað
    – Birita Debes, Turið S. Christiansen, Óluva Jacobsen og Cecilia W. Eysturdal
    – Ægir átti metið 4:30.63 frá FM 2010
  • HS dreingir (1994) – 3:46.09 í 4×100 frí
    – Magnus Jákupsson, Óli Mortensen, Tummas J. Danielsen, Markus Joensen
    – HS átti metið 3:46.22 í FM 2010
  • Cecilia W. Eysturdal (1996), Ægir – 4:22.88 í 400 frí
    – Hon átti sjálv metið 4:25.58 frá Ægir stevnu í februar mánaða
    – Tanja Skaalum svam eisini undir metið við 4:23.93
  • Magnus Jákupsson (1994), HS – 54.60 í 100 firvald
    – Hann átti sjálvur metið frá 55.60 frá úttøkustevnuni í apríl mánaða
  • Magnus Jákupsson (1994), HS – 25.74 í 50 rygg
    – Kári J. á Høvdanum átti metið á 26.11 frá DMK í 2008
  • Birita Debes (1995), Ægir – 2:20.20 í 200 rygg
    – Hon átti sjálv metið á 2:20.30 frá NJM 2010
  • Turið S. Christiansen (1996), Ægir – 5:07.37 í 400 blandað
    – Hon átti sjálv metið á 5:10.76 frá NJM 2010
  • Guðrun Mortensen (1997), SuSvim – 26.40 í 50 frí
    – Birita Debes átti metið á 26.54 frá Ægir stevnu í februar mánaða
  • Ægir kvinnur (1995) – 4:27.59 í 4×100 blandað
    – Birita Debes, Turið S. Christiansen, Óluva Jacobsen og Cecilia W. Eysturdal
    – tær áttu sjálvar metið á 4:30.31 frá innleiðandi riðlunum
  • Magnus Jákupsson (1994), HS – 51.13 í 100 frí
    – Hann átti sjálvur metið 51.81 frá úttøkustevnuni til Oyggjaleikir í apríl

3. dagur

  • Poula Ø. Mohr (1995), FS – 1:07.26 í 100 blandað
    – hon átti sjálv metið 1:07.28 frá úttøkustevnuni í apríl mánaða
  • Ægir gentur (1995) – 1:52.71 í 4×50 frí
    – Cecilia W. Eysturdal, Turið S. Christiansen, Birita Debes og Óluva Jacobsen
    – SuSvim átti metið 1:54.73 frá FM 2010
  • HS dreingir (1994) – 1:41.75 og juniormet í 4×50 frí
    – Óli Mortensen, Tummas J. Danielsen, Markus Joensen og Magnus Jákupsson
    – HS átti metið 1:42.43 frá FM 2010
  • Cecilia W. Eysturdal (1996), Ægir – 2:06.77 í 200 frí
    – hon átti sjálv metið 2:07.91 frá úttøkustevnuni í apríl mánaða
  • Magnus Jákupsson (1994), HS – 55.34 í 100 rygg
    – hann átti sjálvur metið 55.64 frá úttøkustevnuni í apríl mánaða

Heiðursmerkjabýti millum svimjarar og lið (stafettir)

Juniormeistarastevnan 2011

Svimjari/lið (føðiár), felag Gull Silvur Bronsu
Magnus Jákupsson (1994), HS 6
Birita Debes (1995), Ægir 4 2
Cecilia Eysturdal (1996), Ægir 4 1
Turið S. Christiansen (1996), Ægir 4 1
Eyðbjørn Joensen (1996), SuSvim 3 2 1
Heðin L. Olsen (1994), Ægir 3 2 1
Óli Mortensen (1996), HS 3 2 1
Ægir 1 (1995), Ægir 3
Sofus Bech (1994), SuSvim 2 2 2
Óluva Jacobsen (1997), Ægir 2 1
Hs2 (1995), HS 2
Markus Joensen (1996), HS 1 4 1
Kristina Elin Thomsen (1998), SuSvim 1 2 2
Poula Ø. Mohr (1995), FS 1 2 1
Eva Trygvadóttir (1996), Ægir 1
Guðrun Mortensen (1997), SuSvim 1
Hs3 (1994), HS 1
Tanja Skaalum (1997), SuSvim 6
Jonna B. Thomsen (1996), FS 3 1
Ægir 1 (1994), Ægir 3
Fs – (1995), FS 2 1
Høgni Simonsen (1995), SuSvim 2 1
Sigmund Mørkøre (1995), Ægir 2
Erna Katrin Olsen (1996), SuSvim 1 1
Gentur Susvim (1996), SuSvim 1 1
Sólrun Kjærbo (1999), SuSvim 1
Tummas J. Danielsen (1994), HS 1
Alvi Hjelm (1996), Ægir 3
Dreingir Susvim (1994), SuSvim 3
Sunnleyg Eliasen (1997), FS 3
Hjørtur Á Fløtti (1994), Ægir 2
Ægir 2 (1996), Ægir 1
Anna Larsen (1997), FS 1
Annika S. Olsen (1996), HS 1
Bjartur Randrup (1997), SuSvim 1
Hjarnar Randrup (1997), SuSvim 1
Johan Holm Erlingson (1995), HS 1
Jóhanna Egholm (1996), FS 1
Lív Erlingsdóttir Eidesga (1999), HS 1
Pætur Leo (1997), SuSvim 1
Victoria Biskopstø (1997), Ægir 1
Victoria Wigant Eysturdal (1998), Ægir 1
Tilsamans 42 41 38

Føroyameistarastevnan 2011

Svimjari/lið (føðiár), felag Gull Silvur Bronsu
Pál Joensen (1990), SuSvim 11 3
Magnus Jákupsson (1994), HS 5 1
Cecilia Eysturdal (1996), Ægir 4
Turið S. Christiansen (1996), Ægir 4
Birita Debes (1995), Ægir 3 2
Guðrun Mortensen (1997), SuSvim 2 1
Ægir 1 (1995), Ægir 2
Hs2 (1995), HS 2
Kristina Eliasen (1993), HS 1 1 2
Pauli Ø. Mohr (1991), HS 1 1 1
Poula Ø. Mohr (1995), FS 1 1 1
Óluva Jacobsen (1997), Ægir 1 1
Eva Trygvadóttir (1996), Ægir 1 1
Foldarskarð Astrið (1994), Ægir 1 1
Ægir 1 (1993), Ægir 1
Bjarni M. Petersen (1992), Ægir 1
Hs3 (1990), HS 1
Tanja Skaalum (1997), SuSvim 6
Jonna B. Thomsen (1996), FS 4
Bartal Hestoy (1992), HS 3 1
Heðin L. Olsen (1994), Ægir 3
Markus Joensen (1996), HS 3
Eyðbjørn Joensen (1996), SuSvim 2 2
Óli Mortensen (1996), HS 2 2
Dreingir Susvim (1994), SuSvim 2
Kristina Elin Thomsen (1998), SuSvim 1 4
Sofus Bech (1994), SuSvim 1 2
Erna Katrin Olsen (1996), SuSvim 1 1
Fs – (1995), FS 1 1
Dreingir Susvim (1989), SuSvim 1
Gentur Susvim (1994), SuSvim 1
Gentur Susvim (1996), SuSvim 1
Sólrun Kjærbo (1999), SuSvim 1
Alvi Hjelm (1996), Ægir 3
Sunnleyg Eliasen (1997), FS 3
Ægir 1 (1994), Ægir 2
Dánjal Hestoy (1990), HS 2
Ægir 2 (1996), Ægir 1
Anna Larsen (1997), FS 1
Hs1 (1992), HS 1
Hs2 (1993), HS 1
Johan Holm Erlingson (1995), HS 1
Ragnvald Jensen (1989), FLOT 1
Sigmund Mørkøre (1995), Ægir 1
Tummas J. Danielsen (1994), HS 1
Victoria Biskopstø (1997), Ægir 1
Victoria Wigant Eysturdal (1998), Ægir 1
Tilsamans 42 42 41

Heiðursmerki tilsamans á FM/JM 2011

Svimjari/lið (føðiár), felag Gull Silvur Bronsu
Pál Joensen (1990), SuSvim 11 3
Magnus Jákupsson (1994), HS 11 1
Cecilia Eysturdal (1996), Ægir 8 1
Turið S. Christiansen (1996), Ægir 8 1
Birita Debes (1995), Ægir 7 4
Ægir 1 (1995), Ægir 5
Hs2 (1995), HS 4
Heðin L. Olsen (1994), Ægir 3 5 1
Eyðbjørn Joensen (1996), SuSvim 3 4 3
Óli Mortensen (1996), HS 3 4 3
Óluva Jacobsen (1997), Ægir 3 2
Guðrun Mortensen (1997), SuSvim 3 1
Sofus Bech (1994), SuSvim 2 3 4
Poula Ø. Mohr (1995), FS 2 3 2
Eva Trygvadóttir (1996), Ægir 2 1
Markus Joensen (1996), HS 1 7 1
Kristina Elin Thomsen (1998), SuSvim 1 3 6
Kristina Eliasen (1993), HS 1 1 2
Pauli Ø. Mohr (1991), HS 1 1 1
Foldarskarð Astrið (1994), Ægir 1 1
Ægir 1 (1993), Ægir 1
Bjarni M. Petersen (1992), Ægir 1
Hs3 (1990), HS 1
Hs3 (1994), HS 1
Tanja Skaalum (1997), SuSvim 12
Jonna B. Thomsen (1996), FS 7 1
Ægir 1 (1994), Ægir 3 2
Fs – (1995), FS 3 2
Bartal Hestoy (1992), HS 3 1
Dreingir Susvim (1994), SuSvim 2 3
Erna Katrin Olsen (1996), SuSvim 2 2
Gentur Susvim (1996), SuSvim 2 1
Høgni Simonsen (1995), SuSvim 2 1
Sigmund Mørkøre (1995), Ægir 2 1
Sólrun Kjærbo (1999), SuSvim 2
Tummas J. Danielsen (1994), HS 1 1
Dreingir Susvim (1989), SuSvim 1
Gentur Susvim (1994), SuSvim 1
Alvi Hjelm (1996), Ægir 6
Sunnleyg Eliasen (1997), FS 6
Ægir 2 (1996), Ægir 2
Anna Larsen (1997), FS 2
Dánjal Hestoy (1990), HS 2
Hjørtur Á Fløtti (1994), Ægir 2
Johan Holm Erlingson (1995), HS 2
Victoria Biskopstø (1997), Ægir 2
Victoria Wigant Eysturdal (1998), Ægir 2
Annika S. Olsen (1996), HS 1
Bjartur Randrup (1997), SuSvim 1
Hjarnar Randrup (1997), SuSvim 1
Hs1 (1992), HS 1
Hs2 (1993), HS 1
Jóhanna Egholm (1996), FS 1
Lív Erlingsdóttir Eidesga (1999), HS 1
Pætur Leo (1997), SuSvim 1
Ragnvald Jensen (1989), FLOT 1
Tilsamans 84 83 79
This entry was posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv and tagged . Bookmark the permalink.