Meistarastevnan fyri Ung 2011

Nú um vikuskiftið varð árliga Meistarastevnan fyri Ung hildin í Klaksvík, sum er føroyameistarastevnan fyri svimjarar yngri enn junioraldur. Aftur í ár vann Suðuroyar Svimjifelag rættiliga greitt flest heiðursmerki, éitt gullmerki meira enn hini feløgini tilsamans, um enn Havnar Svimjifelag hálaði væl inn á tey í mun til í fjør.

Mest vinnandi genta gjørdist Lív Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag sum vann 14 gull umframt heiðursmerki í stafettunum, og mest vinnandi drongur Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, ið sum einstaklingur vann 11 gull, 4 silvur og 1 bronsu.

Óluva Jacobsen úr Ægir setti nýtt føroyskt juniormet í 200 firvald við 2:28.36, og Suðuroyar Svimjifelag nýtt føroyskt juniormet hjá gentum í 4×50 blandað við 2:07.85. 2 juniormet eru nakað væl færri enn á Meistarastevnuni í fjør, tá ið serliga genturnar úr Ægir vóru við til at seta tilsamans 15 juniormet, men tó góðtikið tá ið hugsað verður um at hesir svimjarar ikki hava veruligan junioraldur enn, og at Føroyameistarastevnan í ár er longu komandi vikuskifti.

Tey sum kappaðust vóru

  • Bólkur 1: Gentur føddar í 1997-98 og dreingir føddir í 1995-96
  • Bólkur 2: Gentur føddar í 1999-00 og dreingir føddir í 1997-98
  • Bólkur 3: Gentur føddar í 2001-02 og dreingir føddir í 1999-02

Stevnan var sum heild væl fyriskipað, og bar boð um vaksandi áhuga fyri svimjing, har Svimjihøllin í Klaksvík var stúgvandi full av fólki frá morgni til myrkurs. Í summum aldursbólkum kundu vit hugsað okkum ein størri hóp, til at tryggja framtíðina hjá føroyingum í altjóða svimjing, men har er lukkutíð tilgongd og gróður ímillum tey yngstu.

Longu nú fríggjadagin skuldu tey flestu av teimum elstu her aftur í eldin, at kappast á árligu Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni í svimjing, sum verður í Tórshavn frá 20. til 21. mai. Tá verður dysturin harðar fyri hesi, við tað at tey tá skulu kappast ímóti eldri juniorum og seniorum; men stemningurin plagar tó at vera so mikið serliga góður á FM, við sjónvarping og øllum, at tey nokk skulu kunna geva eitt sindur eyka afturat.

Juniormet

  • Óluva Jacobsen úr Ægir juniormet í 200 blandað við 2:28.36
    – hon átti sjálv juniormetið á 2:30.45 frá SuSvim stevnu í mars mánaða
  • Suðuroyar Svimjifelag juniormet í 4×50 blandað við 2:07.85
    – Guðrun Mortensen, Tanja Skaalum, Kristina Elin Thomsen og Sólrun Kjærbo
    – Ægir átti metið á 2:10.66 frá HS-stevnu í desember 2009

Heiðursmerkjabýti millum feløg

Felag Gull Silvur Bronsa
SuSvim 49 46 21
HS 39 22 15
Reysti 5 3 11
Ægir 3 16 17
FS 1 3 6
FLOT 2 6
Tilsamans 97 92 76

Tilsvarandi heiðursmerkjabýti í fjør

Felag Gull Silvur Bronsa
SuSvim 52 23 14
Ægir 22 26 23
HS 9 23 14
Reki 5 4 7
FS 4 8 10
FLOT 3 3 6
Tilsamans 95 87 74

Heiðursmerkjabýti millum feløg (bólkur 1)

Felag Gull Silvur Bronsa
SuSvim 29 10 6
HS 7 10 8
Ægir 1 12 9
FS 1 3 4
FLOT 3
Tilsamans 38 35 30

Heiðursmerkjabýti millum feløg (bólkur 2)

Felag Gull Silvur Bronsa
HS 18 9 2
SuSvim 16 20 8
Ægir 2 4 7
FLOT 2 3
Reysti 4
FS 2
Tilsamans 36 35 26

Heiðursmerkjabýti millum feløg (bólkur 3)

Felag Gull Silvur Bronsa
HS 14 3 5
Reysti 5 3 7
SuSvim 4 16 7
Ægir 1
Tilsamans 23 22 20

Heiðursmerkjabýti millum svimjarar og lið

Svimjari / lið Gull Silvur Bronsa
Lív Erlingsdóttir Eidesgaard (1999), HS (B2) 14
Eyðbjørn Joensen (1996), SuSvim (B1) 11 4 1
Pætur Leo (1997), SuSvim (B2) 10
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), HS (B3) 10
Kristina Elin Thomsen (1998), SuSvim (B1) 6 2 1
Tanja Skaalum (1997), SuSvim (B1) 6 1
Óli Mortensen (1996), HS (B1) 4 3 1
Húni Vestergaard (1999), SuSvim (B3) 3 5 1
Marius Ihlen Garðshorn (1998), HS (B2) 3 3 1
Birni Sigvardsen (1999), HS (B3) 3 2 1
Guðrun Mortensen (1997), SuSvim (B1) 3 1 2
Bólkur 1 Susvim (1997), SuSvim (B1) 3
Bólkur 2 Susvim (1997), SuSvim (B2) 3
Hs (1995), HS (B1) 3
Rókur Trygvason (2000), Reysti (B3) 2 1 1
Ægir 4 (1999), Ægir (B2) 2
Reysti Superteam (1999), Reysti (B3) 2
Sólrun Kjærbo (1999), SuSvim (B2) 1 9 1
Róland Toftum (1998), SuSvim (B2) 1 5 3
Bjartur Randrup (1997), SuSvim (B2) 1 3 3
Óluva Jacobsen (1997), Ægir (B1) 1 3 1
Hs (1999), HS (B2) 1 2
Óli Poulsen (1999), Reysti (B3) 1 1 5
Bólkur 3 Susvim (2001), SuSvim (B3) 1 1
Hs (2001), HS (B3) 1 1
Jóhann Heðinsson (1995), FS (B1) 1 1
Sára R. Nysted (2001), SuSvim (B3) 8
Markus Joensen (1996), HS (B1) 4 1
Hjarnar Randrup (1997), SuSvim (B2) 3 1
Sunnleyg Eliasen (1997), FS (B1) 3 1
Ægir 2 (1997), Ægir (B1) 3
Beinta Debes (1997), HS (B1) 3
Hs (1997), HS (B2) 3
Victoria Wigant Eysturdal (1998), Ægir (B1) 3
Alvi Hjelm (1996), Ægir (B1) 2 3
Bjørg Debes (1999), FLOT (B2) 2 3
Signhild Joensen (2000), Ægir (B2) 2 3
Høgni Simonsen (1995), SuSvim (B1) 2 2
Bólkur 3 Susvim (1999), SuSvim (B3) 2
Ásbjørg Hjelm (1999), Ægir (B2) 1 3
Sigmund Mørkøre (1995), Ægir (B1) 1 3
Súsanna T Justinussen (2002), Reysti (B3) 1 1
Maria Bjarnastein Antoft (2000), HS (B2) 1
Ólavur P. Johannessen (1998), Ægir (B2) 1
Brynhild Johannessen (2002), SuSvim (B3) 5
Helga Nielsen (1998), FLOT (B1) 3
Anna Larsen (1997), FS (B1) 2
Hs (1999), HS (B3) 2
Hs1 (1997), HS (B1) 2
Jana Thomsen (2000), Reysti (B2) 2
Victoria Biskopstø (1997), Ægir (B1) 2
Ægir Delfininar (2001), Ægir (B3) 1
Bárður Bjartsson (1998), HS (B2) 1
Bjørk Svabo Róadóttir (1997), HS (B1) 1
Ella Peltonen (2001), HS (B3) 1
Helgi Á Fløtti (1998), FS (B2) 1
Hs2 (1997), HS (B1) 1
Jónas Peltonen (1999), HS (B3) 1
Lena Sólborg Rasmussen (1998), HS (B1) 1
Oddny Debess Bech (2001), SuSvim (B3) 1
Reysti Supergirls (1999), Reysti (B2) 1
Reysti Supergirls (2000), Reysti (B2) 1
Ronja Eysturdal (1999), Ægir (B2) 1
Rúni Eliasen (1995), HS (B1) 1
Steinar Á Tórgarði (1998), FS (B2) 1
Tilsamans 97 92 76

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Á breddanum, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.