14 svimjarar úttiknir til Oyggjaleikir

Tá aldurnar løgdu seg í vikuskiftinum til SMS-kapping í Svimjihøllini í Havn, vóru sett 8 føroysk met og 12 juniormet, og 11 svimjarar høvdu svomið seg undir kravtiðina fyri luttøku til Oyggjaleikir á Isle of Wight. Undan kappingina høvdu 6 svimjarar klára kravtíðina, hesir báðar dagarnar komu 5 svimjarar afturat. Harumframt varð avgjørt at taka 3 svimjarar út afturat til liðsvimjingarnar.

Oyggjaleikaliðið 2011 - á myndini vænta Pál Joensen og Tanja Skaalum

Frá fyrsta bríksli
Longu í fyrstu kapping, 50 m frísvimjing fyri kvinnur var støðið lagt. Í næstbesta riðli kom Kristina Eliasen so at siga burtur úr ongum við persónligari betring uppá 2,7 sekund, ein ófatilig betring á 50 metrateininum og við tíðini 26.64 var hon undir Oyl-kravtíðini uppá 25.91. Ein stór løta og nú var støðið lagt fyri eitt avbera svimjivikuskifti. Seinnapartin leygardagin komu Eva Trygvadóttir og Tanja Skaalum báðar undir kravtíðina í 50 bringusvimjing og vert er at leggja merki til ungu Sunleyg Eliasen úr Fuglafjarðar Svimjifelag, ið einans var 3 hundraðapartar frá kravtíðini. Seinasta kappingin leygardagin var 50 m bringusvimjing fyri menn og her vísti Pauli Ø. Mohr úr Havnar Svimjielag sína styrki. Nýtt føroyskt met og undir oyggjaleikakravtíðina við tíðini 29.08. Seinastu svimjararnir, ið kláraðu kravtíðina var Astrið Foldarskarð úr Flot, ið kom undir kravtíðina í 50 m firvaldasvimjing.

Tey, ið komu undir kravtíðina í vikuskiftinum vóru:

  • Kristina Eliasen (HS) 26.65 í 50 frí
  • Eva Trygvadóttir (Ægir) 34.29 í 50 bringu
  • Tanja Skaalum (SuSvim) 34.53 í 50 bringu
  • Pauli Øssursson Mohr 29.08 í 50 bringu
  • Astrið Foldarskarð 29.10 í 50 firvald

Føroysk met

  • Magnus Jákupsson (HS) setti fýra føroysk met: 2:03.12 í 200 rygg, 55.64 í 100 rygg, 55.60 í 100 firvald og 24.92 í 50 firvald
  • Eva Trygvadóttir (Ægir) 34.29 í 50 bringu
  • Pauli Øssursson Mohr (HS) 29.08 í 50 bringu
  • Birita Debes (FLOT) 28.85 í 50 firvald
  • Turið S. Christiansen (Ægir) 2:38.31 í 200 bringu

Føroysk juniormet

  • Magnus Jákupsson (HS) setti fimm føroysk juniormet: 2:03.12 í 200 rygg, 55.64 í 100 rygg, 55.60 í 100 firvald, 24.92 í 50 firvald og 51.81 í 100 frí
  • Turið S. Christiansen (Ægir) setti trý juniormet: 1:14.70 í 100 bringu, 2:26.55 í 200 blandað og 2:38.31 í 200 bringu
  • Cecilia W. Eysturdal (Ægir) 2:07.91 í 200 frí
  • Eva Trygvadóttir (Ægir) 34.29 í 50 bringu
  • Birita Debes (FLOT) 28.85 í 50 firvald
  • Poula Ø. Mohr (FS) 1:07.28 í 100 blandað

EJM kravtíð

  • Heðin L. Olsen (Ægir) 23.66 í 50 frí

Liðið til Oyggjaleikir á Isle of Wight

  • Pál Joensen, Tanja Skaalum og Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag
  • Magnus Jákupsson, Kristina Eliasen, Pauli Øssursson Mohr og Dánjal H. Hestoy úr Havnar Svimjifelag
  • Birita Debes og Astrid Foldarskarð úr Flot
  • Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag
  • Cecilia W. Eysturdal, Turið S. Christiansen, Eva Trygvadóttir og Heðin L. Olsen úr Ægir

Vegna Svimjisamband Føroya

Jon Hestoy

This entry was posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.