Ófør úrslit á SuSvim stevnu

Tað byrjar av álvara at merkjast at Oyggjaleikir nærkast, nú Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri Bank Nordik stevnu í Vági í vikuskiftinum. 2 svimjarar nýttu høvið at svimja seg undir kravtíð til Oyggjaleikir, umframt at 5 føroysk met vórðu sett, og 4 juniormet.

Turið og Cecilia kláraðu kravtíð til Oyggjaleikir. Myndamaður Dan Hjelm

Stevnan var næstsíðsti møguleiki at svimja seg undir kravtíð til Oyggjaleikir, áðrenn endaligu úttøkustevnuna í Tórshavn hin 9. og 10. apríl. Tann møguleika tóku Ægir-svimjararnir Cecilia Eysturdal og Turið S. Christiansen av, við at seta hvør sítt juniormet, undir Oyggjaleikakravtíð, Cecilia 9:13.07 í 800 frí, og Turið 2:39.09 í 200 bringu. Tær áttu báðar metini áðrenn, frá tá ið tær royndu eftir kravtíðunum í Klaksvík í februar, Cecilia tá 9:18.01 og Turið 2:40.07.

Pál Joensen er í tungari venjing í løtuni, men nýtti høvið í Vági til at seta 3 flott føroysk met, í greinum sum hann vanliga ikki svimur í altjóða kapping. Í 50 bringu setti hann føroyskt met við tíðina 29.42 sekund, har metið hjá honum frá Oyggjaleikum á Álandi var 29.72. Í 200 firvald setti hann føroyskt met við 2:04.75, har metið hjá honum frá Álandi var 2:05.81. Og í 100 bringu setti hann føroyskt met við 1:03.90, har metið hjá honum frá stevnu í Vági í november var 1:03.99. Pál kappaðist tilsamans 12 ferðir í Vági um vikuskiftið, og vann 12 gullheiðursmerki.

Cecilia, Pál o.o. hita upp í Vági. Myndamaður Dan Hjelm

Birita Debes hevði eisini hektiska skrá, sum svimjari ið longu hevur tryggjað sær kravtíð til Oyggjaleikir og EJM. Hon royndi seg í hørðum kappingum sum til dømis 200 firvald, har hon gjørdist nummar trý, men megnaði tó síðst í skránni at seta flott føroyskt met og juniormet í 50 metra firvaldasvimjing, við tíðina 28.97 sekund, har metið hjá henni frá World Cup í Stokkhólmi var 29.08 sekund.

Heilt ímóti endanum av kappingini megnaðu tær fýra Guðrun Mortensen, Helena Strøm Sævarsdóttir, Tanja Skaalum og Shaila millum Garðarnar úr Suðuroyar Svimjifelag at seta føroyskt met í 4×50 metra frísvimjing, við flottu tíðina 1:50.24. SuSvim átti eisini gamla metið, frá tá ið Shaila millum Garðarnar, Mona Simonsen, Anna K. Eysturberg og Jutta Thomsen í 2007 svumu teinin uppá tilsamans 1:51.66.

Og tíðliga sunnumorgunin setti unga leirvíksgentan Óluva Jacobsen úr Ægir flott føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing, við tíðina 2:30.45, har juniormetið hjá eitt ára eldru Turið S. Christiansen eisini úr Ægir og Leirvík frá FM 2010 var 2:30.49. Tær báðar eru nú heilt nær elsta føroyska metinum hjá einstaklingum, sum er 2:27.62 hjá Nataliu Reinhardt frá FM í 2005.

Saman um tikið vann Suðuroyar Svimjifelag flest heiðursmerki á Bank Nordik stevnuni, 19 gull, 13 silvur og 10 bronsu. Havnar Svimjifelag vann næstflest 11 gull, 19 silvur og 12 bronsu, og Ægir triðflest 8 gull, 4 silvur og 10 bronsu. Sí annars úrslit og yvirlit á www.svimjing.com.

Næsta stóra avbjóðing verður Oyggjaleikaúttøkustevnan í Havn hin 9. og 10. apríl, áðrenn Meistarastevnuna fyri Ung og Føroyameistarastevnuna í mai mánaða. Men áðrenn tað fer Pál Joensen til donsku meistarastevnuna á langgeil, at kappast ímóti Mads Glæsner og øðrum í 1500 metra frísvimjing, í Bellahøj Svømmestadion í Keypmannahavn, sunnukvøldið hin 3. apríl.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.