Pál í finalu á HM í Dubai

Nú fríggjadagin og sunnudagin fer Pál Joensen at luttaka á heimsmeistarastevnuni á stuttgeil í Dubai, fríggjamorgun við góðum møguleika at sleppa í finalu sama seinnapart, og sunnudagin við føstum plássi í finaluni. Vónirnar til heiðursmerki eru góðar, við tað at Pál hevur fimtbestu tilmeldingartíð í 1500 frí, í finalu har hann hevur vunnið á flestu hinum í ár.

Skráin hjá Páli er hendan:

Fríggjadag 17. desember 2010

  • Innleiðandi 400 frí umleið kl 11:16 Dubai tíð (07:16 føroysk tíð)
  • Vónandi finala í 400 frí kl 20:02 Dubai tíð (16:02 føroysk tíð)

Sunnudag 19. desember 2010

  • Finala í 1500 frí kl 20:48 Dubai tíð (16:48 føroysk tíð)

Vónirnar eru bestar til heiðursmerki í 1500 frí, við tað at hann har er styrkismettur sum nummar fimm, og hevur svomið skjótari enn og vunnið á flestu bæði skjótari og spakuligari svimjarum sum hann skal svimja ímóti.

  1. Oussama Mellouli (TUN), 14:24.71
  2. Federico Colbertaldo (ITA), 14:25.68
  3. Mads Glæsner (DEN), 14:26.74
  4. Sébastien Rouault (FRA), 14:30.58
  5. Pál Joensen (FAR), 14:38.00
  6. Samuel Pizzetti (ITA), 14:41.29
  7. Sergiy Frolov (UKR), 14:42.01
  8. Gergely Gyurta (HUN), 14:46.39

Í 400 frí er støðan eitt sindur ørvísi, at serliga Pauli Biedermann og Yannick Agnel kunnu roknast sum favorittar, hóast teir ikki hava bestu tilmeldingartíðir. Orsøkin er at summir íroknað Pál hava kunnað brúkt tíðir frá EM í Istanbul í fjør, tá ið loyvt enn var at brúka sonevnda superdrakt, meðan aðrir hava verið noyddir at dúva upp á tíðir uttan superdrakt.

  1. Oussama Mellouli (TUN), 3:36.80
  2. Mads Glæsner (DEN), 3:36.82
  3. Federico Colbertaldo (ITA), 3:38.11
  4. Peter Vanderkaay (USA) 3:39.39
  5. Paul Biedermann (GER) 3:39.51
  6. Ahmed Mathlouthi (TUN) 3:39.98
  7. Pál Joensen (FAR) 3:40.12
  8. Charles Houchin (USA) 3:40.46
  9. Mikhail Polishchuk (RUS) 3:40.55
  10. Yannick Agnel (FRA) 3:41.42
  11. Patrick Murphy (AUS) 3:42.02
  12. Sébastien Rouault (FRA), 3:42.33
  13. Nikita Lobintsev (RUS) 3:42.46
  14. Dominik Meichtry (SUI) 3:43.48
  15. Samuel Pizzetti (ITA) 3:43.82
  16. Zhongcho Zhang (CHN) 3:46.00

Einans átta sleppa í finaluna, og tað verður tí hørð kapping millum serliga hesar 16, sum eru tættir í tilmeldingartíðum og yvirhøvur svimjarar á hægsta altjóða stigi. Jón Bjarnason heldur at serliga tað at koma í finaluna verður hart, vegna hørðu kappingina, meðan tað síðani kann vísa seg at verða lættari at vinna heiðursmerki.

Til ber at fylgja við heimsmeistarastevnuni á Eurosport, umframt til dømis í svenska SVT. Her í Føroyum fylgir serliga www.svimjing.com við, við øllum teimum vísingum og leinkjum á www.svimjing.com/live sum yvirhøvur kunnu skavast saman, til at kunna síggja beinleiðis úrslit, myndir og video frá stevnuni í Dubai, hoyra føroyingarnar tosa beinleiðis úr høllini, og kunna chatta við aðrar svimjiáhugaðar føroyingar.

Føroyska liðið í Dubai eru út yvir Pál Joensen venjari hansara Jón Bjarnason, fysioterapetur Thurid Kjærbo, og ferðaleiðari Rókur í Jákupsstovu.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.