Gongur upp á stás hjá føroyingunum í Kastrup

Sum onkur viðmerkti nú í kvøld, so eru føroyingarnir klárt fremst, tá ið tað kemur til at betra seg mest á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Kastrup. Til nú hava tey sett 1 føroyskt met, 6 juniormet og 2 landsliðsmet fyri juniorar, umframt at øll hava betra seg í minst einari grein.

Turið S. Christiansen setti seinnapartin juniormet í 400 blandað, við tíð 5:10.76 har metið hjá henni frá úttøkustevnuni í oktober var 5:10.93. Cecilia Eysturdal sett juniormet í 200 frí, við 2:08.53 har juniormetið hjá henni frá meistarastevnuni fyri ung í vár var 2:09.46. Birita Debes vann gull og setti føroyskt met fyri juniorar og seniorar, tá ið hon í 100 rygg svam teinin uppá 1:01.46, har metið hjá henni frá landsdystinum ímóti Íslandi í oktober var 1:03.15. Og at enda svumu tær fýra Birita Debes, Cecilia Eysturdal, Poula Ø. Mohr og Jonna B. Thomsen 4×100 frí uppá 4:02.35, sum er skjótasta tíð sum nakað føroyskt juniorlandslið nakrantíð hevur svomið.

Hetta kemur afturat teimum trimum juniormetunum sum Cecilia, Birita og Magnus settu í morgun, umframt juniorlandsliðsmetinum hjá Biritu, Turið, Poulu og Ceciliu í 4×100 blandað. Gullið hjá Biritu í 100 rygg er fyrsta gull sum nøkur føroysk genta nakrantíð hevur vunnið á norðurlendsku juniormeistarastevnuni yvirhøvur, har einasti annar føroyski gullvinnarin er Pál Joensen við trimum gullheiðursmerkjum á NJM í Tórshavn í 2007.

Lagið er tí avbera gott í Danmark, nú tveir triðingar eru gjøgnumførdir av NJM 2010. Í morgin árini er so síðsti triðingur á skránni, frá klokkan 9 danska tíð, sum er klokkan 8 føroyska tíð. Til ber at fylgja við beinleiðis, til dømis á www.svimjing.com/live.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.