Góð byrjan í Stokkhólmi

Fyrstu innleiðandi kappingarnar eru nú lidnar til Fina/Arena Swimming World Cup í Stokkhólmi. Úrslitini vóru góð, og tá avtornaði høvdu vit fingið eitt finalupláss í 400 frí.

Fyrsti føroyski svimjari í hylinum var Magnus Jákupsson í 100 metra ryggsvimjing, hann svam tíðina 57:89, millumtíðin á 50 metrum var 29:92.

Hetta var ein betring bestutíðini hjá Magnus við 44 hundraðpartum. Magnus var eisini seinasta føroyski svimjari í hylinum í 50 firvaldasvimjing, hann fekk tíðina 0:25.52, ið er 57 hundraðpartar frá føroyska metinum hjá Magnus. Úr Stokkhólmi verður sagt, at tíverri miseydnaðist bæði vending og endi hjá Magnusi, annars hevði hetta uttan iva verið nýtt føroyskt met.

Næsti svimjari í hylinm var Birita Debes í 50 ryggsvimjing, tíðin hjá Biritu gjørdist 0:29.42 og er hetta 42 hundraðpartar spakuligari enn føroyska juniormetið hjá Biritu. Birita svam eisini 50 frísvimjing og fekk tíðina 0:27.43, ið er 40 hundraðpartar frá hennara føroyska juniormeti.

Pál Joensen svam seg til eitt finalupláss í 400 frísvimjing. Tíðin hjá Pál gjørdist 3:48.85, og gav honum eitt fjóðrapláss í innleiðandi. Besti tíð í finaluni hevur franski Sèbastien Rouault við 3:45.11, við Paul Bidermann í hølunum og síðani Yannick Angel við triðbestu tíð. Tað frættist úr Stokkhólmi, at Sèbastien Rouault hevur meldað frá til finaluna, so Pál er í finaluni við triðbestu tíð og kemur til at liggja á geil trý, undir liðuni á Paul Biedermann, ið vann hesa kapping í Berlin. Vónir eru til eitt heiðursmerki í hesi kapping.

Finalurnar í World Cup í Stokkhólmi byrja seinrapartin kl.14:40 føroyska tíð, sambært tíðarætlanini hjá svensku fyriskiparunum, skal Pál svimja finalu kl. 16:03 føroyska tíð.

Fylgið við á www.svimjing.com, umframt í føroysku miðlunum.

Vegna Svimjisamband Føroya

Jon Hestoy

This entry was posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.