Føroyskt met til Biritu Debes í 50 firvald

Fyri okkara ungu svimjarar Biritu Debes úr Flot og Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag er Fina/Arena Swimming World Cup stevnan liðug á hesum sinnið. Tey hava bæði svomið tvær kappingar í morgun. Besta úrslitið, var føroyskt met til Biritu Debes í 50 firvaldasvimjing. Seinasta kappinga á hesum sinnið verður seinrapartin kl. 14:40 tá ið Pál skal svimja finalu í 1500 frísvimjing.

Sum í gjár var Magnus Jákupsson fyrsti føroyski svimjari í hylinum, hann svam 100 firvaldasvimjing, tíðin gjørdist 0:56:75, millumtíðin á 50 metrum var 25.28. Hetta var ein betring av bestutíðini hjá Magnus, við 1 sekundi og 70 hundraðpartum og bert 43 hundraðpartar frá føroyska metinum hjá Páli Joensen. Magnus svam eisini 200 ryggsvimjing og fekk hann tíðina 2:05.85, ið er 86 hundraðpartar frá føroyska metinum ið hann sjálvur eigur. Splitt-tíðirnar vóru: 29.05 – 31.91 – 32.83 – 32.06.

Fyrsta kappingin hjá Biritu Debes var 100 ryggsvimjing, tíðin hjá Biritu gjørdist 1:04.65 og er hetta 1 sekund og 40 hundraðpartar spakuligari enn føroyska metið hjá henni, ið hon setti til landsdystin í Íslandi í oktober. Tíðin uppá 50 metrum var 0:30.98. Úr stokkhólmi verður sagt, at henda kappingin gekk illa hjá Biritu. Betri lá fyri hjá henni í seinastu kapping, ið var svomin í morgun. Hon svam 50 firvald upp á tíðina 0:29.08, og er hetta nýtt føroysk met. Tíðin er 3 hundraðpartar betri enn føroyska metið hjá Shailu millum Garðarnar, Shaila vann gull á oyggjaleikunum á Álandi við tíðini 0:29.11. Við hesu tíð kláraði Birita eisini kravtíðina til Oyggjaleikir á Isle of Wight, komandi ár.

Seinasta kappingin á hesum sinnið er seinrapartin í dag klokkan 14:40 føroyska tíð. Tá verður beinleiðis finalan í 1500 metra frísvimjing svomin, og Pál er millum favorittarnar. Franski Evropameistarin Sèbastien Rouault liggur á geil 4 aog Pál á geil 5. Teir báðir eru einastu luttakarir, ið eru tilmeldaðir við eini tíð undir 15 minuttir.

Finalan verður víst beinleiðis í Kringvarpinum, ið byrjar at senda sunnudagin kl. 14:30, umframt at til ber at fylgja við tíðum og øðrum á www.svimjing.com/live.

Vegna Svimjisamband Føroya

Jon Hestoy

This entry was posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.