9 svimjarar til NJM í vikuskiftinum

Nú leygardagin og sunnudagin fara 9 føroyskir svimjarar at luttaka á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni, í Kastrup í Danmark. Hóast vit bara hava einstakar møguleikar at vinna heiðursmerki í ár, so benda tilmeldingarnar til stevnuna á, at føroysk svimjing er við at lyfta seg frá at liggja niðast í hesi kapping, til at liggja onkustaðni miðskeiðis.

Føroysku svimjararnir eru:

  • Birita Debes (1995), FLOT – 50 frí og 100 frí, 100 og 200 rygg
  • Cecilia Eysturdal (1996), Ægir – 200, 400 og 800 frí
  • Erna Katrin Olsen (1996), SuSvim – 200, 400 og 800 frí
  • Heðin L. Olsen (1994), Ægir – 50 og 100 frí
  • Jonna B. Thomsen (1996), FS – 100 og 200 rygg, 200 og 400 blandað
  • Magnus Jákupsson (1994), HS – 100 og 200 rygg, 100 og 200 firvald
  • Poula Ø. Mohr (1995), FS – 50 frí og 100 frí, 100 bringu
  • Sofus Bech (1994), SuSvim – 200, 400 og 1500 frí
  • Turið S. Christiansen (1996), Ægir – 100 og 200 bringa, 200 og 400 blandað

Hartil luttaka genturnar í 4×100 frí, 4×100 blandað og 4×200 frí liðsvimjing.

Svimjararnir eru í stóran mun tey sum eiga føroysk juniormet í ymisku greinunum, umframt onkur einstøk seniormet. Tey eiga at vera heilt væl fyri nú, eftir eini avbera góðari byrjan uppá kappingarárið, og tað kann tí væl hugsast at okkurt føroyskt met verður sett á stevnuni, og at onkur kanska klárar kravtíð til Oyggjaleikir og líknandi í summar.

Men støðið á norðurlendsku juniormeistarastevnuni er sum ikki einaferð sera høgt, har serliga sviar og danir fara at kappast um at vinna heiðursmerki, og at vinna samlaðu kappingina um stig. Finnar, norðmenn og íslendingar tykjast í størri mun enn vanligt at blandað seg upp í stríðið eisini, og hartil koma so einstakir estlendingar og føroyingar.

Bestu kort hjá okkum eru Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag og Birita Debes úr FLOT, umframt møguliga liðsvimjingarnar hjá gentum. Magnus verður sambært tilmeldingunum styrkismettur at kunna vinna bronsu í 200 rygg, hóast hann enn bara er í yngra árganginum av tveimum, og at verða nummar 4 í 100 firvald. Birita verður styrkismett at gerast nummar 4 í 100 rygg, og hartil vita vit at støðið á okkara gentum er rættiliga javnt høgt, so at kjansur kanska er fyri onkrum í liðsvimjingunum eisini.

Í restini av kappingunum eru okkara styrkismett at gerast nummar 6 ella verri, sum merkir at tey skulu veruliga gera hol í sjógvin, um tey skulu kunna vinna heiðursmerki. Í fleiri førum við kravi um at betra ógvusliga um ikki bara okkara føroysku juniormet, men eisini um seniormet. Ein staðfesting av hvussu høgt støðið er á NJM, í mun til til dømis á Oyggjaleikum.

Við svimjarunum eru venjararnir Petur Heðin á Fløtti og Rúni Gaardbo, umframt leiðararnir Maria Danielsen og Sørin S. Djurhuus. Ferðalagið fer úr Føroyum fríggjamorgunin, og kemur so aftur sunnukvøldið.

Til ber at fylgja við NJM á alnetinum, til dømis við at fara á www.svimjing.com/live. Úrslitini kunnu síggjast beinleiðis á www.livetiming.dk, har ein nýggj tænasta kallað “SuperLive” fer at vísa beinleiðis video og fotomyndir eisini, á http://www.livetiming.dk/superlive.php?cid=580

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Á breddanum, Kapping. Bookmark the permalink.