GULL Í MOSKVA

Pál Joensen vann í dag gull í 400 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Moskva. Tíðin hjá honum var 3:45.56, eitt vet frá tíðini tá ið hann í somu grein vann silvur í Berlin, men tó á allan hátt góðtikið, við tað at talan var um taktiska svimjing.

Uppgávan var hesuferð sambært Jón Bjarnasyni, at ikki leggja hart út sum ímóti Biedermann í Berlin, men heldur at bara fylgja við í fyrstanini, og síðani at leggja á ímóti endanum. Bæði tí at hesin sprintsterki Biedermann ikki luttók nú í Moskva, og tí at Pál skal venja sjálvur at kunna spurta betur ímóti endanum av kappingini.

Tað eydnaðist til fulnar, at Pál legði út við at liggja sum nummar 4 eftir fyrstu 50 metrarnar, fyri síðani at liggja har og lúra eftir hinum upp til 200 metrar, tá ið hann vendi við 6. bestu tíð av 8. So setti hann ferð á, og át seg beinanvegin upp til at liggja nummar 3 eftir 250 metrar, nummar 2 eftir 300, og so at taka tann síðsta teir síðstu 50 metrarnar.

Sostatt fyrsta gullheiðursmerki til Pál á World Cup í ár, afturat báðum silvurheiðursmerkjunum úr Berlin. Pál vann eisini gull í Moskva í fjør,í 1500 metra frísvimjing, sum hann skal royna at endurvinna í morgin, umframt silvurheiðursmerki í 1500 á World Cup í Stokkhólmi og Berlin. Hann hevur sostatt longu vunnið líka nógv heiðursmerki í ár, nú World Cup røðin hjá honum er hálvrunnin, sum hann megnaði at vinna í fjør.

Jón Bjarnason segði í viðmerking við Kringvarpið, at tíðin var ókey, tá ið hugsað verður um at hylurin í Moskva ikki er líka skjótur sum tann í Berlin. World Cup stevnan nú er samstundis úttøkustevna hjá russum til heimsmeistarastevnuna í Dubai, og tað vildi tí ongantíð verið lætt at vunnið á russum, nú fleiri av teimum veruliga satsa uppá hesa stevnu, meðan Pál í prinsippinum bara venur kappingar samstundis sum hann venur tungt í pausunum.

Í morgin klokkan 14 føroyska tíð er tað beinleiðis finala í 1500 metra frísvimjing, har Pál vælsagtans er millum favorittarnar. Russar hava ikki enn frígivið ein startlista til finaluna í 1500 metrar frísvimjing, og tað er tí ikki heilt greitt hvør mótstøðan verður, um enn vit kunnu rokna við at hon verður umleið tann sama sum her í 400 metrar frísvimjing. Finalan verður víst beinleiðis í Kringvarpinum, umframt at til ber at fylgja við tíðum og øðrum á www.svimjing.com/live.

Vegna Svimjisamband Føroya

Jon Hestoy

This entry was posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.