Pál vann silvur í 1500 frí

Pál Joensen vann í dag aftur silvur í 1500 metra frísvimjing, á World Cup stevnuni í Berlin. Tíðin var 14:47.39, ið er fjórðbesta tíð í heiminum í ár, men tó eitt gott vet frá ætlanini at svimja undir 14:40. Niðurlendski Job Kienhuis vann kappingina við tíðina 14:40.11, sum er besta tíð í heiminum í ár.

Tað sá gott út eina góða løtu, at Pál legði seg á odda, og næstan beinanvegin dróg frá teimum flestu, íroknað evropameistaran Jan Wolfgarten úr Týskalandi. Men hann fekk ikki ryst Kienhuis heilt av sær, og endaði tí sum ikki einaferð, við at hava ein mann á sleip, ið harvið kundi spara eitt sindur av kreftum sjálvur.

Við 900 metrar byrjaði Kienhuis at ota seg framum, og fór síðani í eitt veruligt álop, sum Pál royndi at svara aftur uppá. Men niðurlendingurin vísti seg at kunna halda sína høga ferð, og fór tí so líðandi frá Páli, til tað endaði við at hann tók gullið, rættiliga greitt frammanfyri Pál. Triði maður gjørdist evropameistarin Jan Wolfgarten, við 14:50.48.

Pál sá ikki serliga glaður út, tá ið hann kom á mál, og vit vita eisini at Bjarnason hevði væntað sær meira. Men soleiðis er tað nú einaferð, niðurlendingurin vísti seg at eiga meira enn hvat hann hevur klárað fyrr, og tí vann hendan harradystin ímóti Pál.

Samanlagt megnaði Pál Joensen at vinna tvey silvurheiðursmerki á World Cup í Berlin, í teimum báðum kappingunum sum hann luttók í. Longu týsdagin er aftur kapping á skránni, tá ið hann skal eftir somum leisti í Moskva, fyrst 400 innleiðandi og vónandi finalu týsdagin, og síðani 1500 mikudagin. Sum forsvarandi gullvinnari í 1500 metrar frísvimjing frá í fjør.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.