Seinasta útkall til tríggjar avbjóðingar

Nú leygardagin og sunnudagin verður stór svimjistevna í Klaksvík, har avgerðin fellur um hvør sum sleppur við á landsliðini til World Cup í Stokkhólm í november, NJM í Kastrup í desember og HM í Dubai í desember.

Til World Cup í Stokkhólmi er føroyska úttøkuskipanin, at teir báðir svimjarar av hvørjum kyni sleppa afturat Páli Joensen til stevnuna, sum megna at svimja bestu tíð av øllum føroyskum svimjarum í sínum kyni, í tíðarskeiðnum frá 1. september til 24. oktober 2010. Besta tíð verður funnin við at nýta FINA stigatalvuna, sum er ein háttur hjá altjóða svimjisambandanum at meta um eitthvørt svimjiúrslit í mun til heimselituna, við at rokna út stig har 1000 stig er heimsstøði.

Í løtuni føra Birita Debes og Magnus Jákupsson hesa kapping, við ávíkavist 734 og 733 stigum frá landsdystinum ímóti Íslandi herfyri, tá ið Birita setti føroyskt met og juniormet í 100 rygg við tíðini 1:03.15, og Magnus føroyskt met og juniormet í 50 firvald við tíðini 24.95.

Pál Joensen luttekur í sínum lagi á somu trimum World Cup stevnum í Berlin, Moskva og Stokkhólmi, har hann í fjør megnaði at vinna gull í Moskva, silvur í Stokkhólmi og silvur í Berlin.

World Cup er ein røð av sjey svimjistevnum, í ár í Rio de Janeiro, Beijing, Singapore, Tokyo, Berlin, Moskva og Stokkhólmi, har svimjarar út yvir at vinna heiður og virðislønir á hvørjari einstakari stevnu, eisini kappast um at vinna flest sigrar á øllum stevnum tilsamans, ið umframt 100.000 dollarar gevur vinnaranum rætt at kalla seg World Cup meistari 2010. Svenska Therese Alshammer førir nú eftir fyrstu 4 stevnurnar greitt kappingina hjá kvinnum, og er tí rættiliga sannlík at vinna pengarnar og heiðurin, tá ið røðin endar heima hjá hennari sjálvari í Stokkhólm.

Tær 3 World Cup stevnurnar við føroyskari luttøku eru:

  • World Cup í Berlin tann 30. – 31. oktober 2010
  • World Cup í Moskva tann 2. – 3. november 2010
  • World Cup í Stokkhólm tann 6. – 7. november 2010

Til norðurlendsku juniormeistarastevnuna tann 11. til 12. desember eru tey longu eini 8 sum hava klárað kravtíð, umframt nøkur afturat sum eru nær kravtíðunum. Serliga á gentusíðuni eru tær nógvar um boðið, so at føroyska luttøkan verður í nærum øllum greinum, og við rættiliga góðum stafettum eisini. Tað verður trupult at vinna á svium og dønum, men har skuldi verið góður kjansur fyri føroyskum metum og juniormetum.

Til heimsmeistarastevnuna á stuttgeil í Dubai tann 15. til 19. desember er tað enn bara Pál Joensen sum hevur klárað kravtíð, um enn onnur eru nær kravtíðunum. Hetta er sum kunnugt stóra málið hjá Páli í ár, og ein spennandi avbjóðing í umstøðum sum sambært fyriskiparunum verða glæsiligari enn nakrantíð, í spildurnýggju svimjihøllini í Dubai, sum hevur kostað einar 300 milliónir US dollarar at byggja.

Kapping í Klaksvík verður sum sagt leygardag og sunnudag, við fylgjandi tíðarskrá:

  • Leygarmorgun 23. oktober kapping frá kl 10:00
  • Leygardag 23. oktober kapping frá kl 16:00
  • Sunnudag 24. oktober kapping frá kl 14:30

Vit skulu nokk vænta okkum góð úrslit har norðuri, soleiðis sum svimjararnir svumu á landsdystinum herfyri. Onkur eru kanska eitt sindur moyr eftir venjingarlegu í Íslandi í heystferiuni, og hvíla seg heldur ikki fult út til hesa úttøkustevnu, nú tey eru rættiliga trygg at sleppa við til uttanlanda avbjóðingar í november og desember. Men har er tó enn so mikið nógv upp á spæl, at tað ikki hevði verið løgið um okkurt met varð sett í Klaksvík nú í vikuskiftinum, til at tryggja luttøku á World Cup ella HM.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.