Føroysku svimjararnir stóðu seg væl í Íslandi

Tað gjørdist ein rættiliga greiður sigur til íslendingar í ár, tá ið landsdystur var í Laugardalslaug svimjihøllini í Reykjavík, leygardagin, millum Føroyar og Ísland. 98 stig ímoti 80, har føroyingar í fjør vunnu við 101 stigum ímóti 79, men tó á ongan hátt so at føroyingar nú smokkaðu niður í millum. Magnus Jákupsson og Birita Debes settu føroysk met og juniormet í ávíkavist 50 firvald og 100 rygg, og Astrið Foldarskarð og Jón Hofgaard settu hartil juniormet í 50 firvald og 100 metra bringusvimjing.

Tað var longu áðrenn dystin rættiliga greitt, at íslendingar fóru at vinna landsdystin, við tað at tey møttu við sterkastu manning. 8 kvinnur og 8 menn ið støðugt liggja ovast í styrkismetingunum hjá íslendingum, har vit úr Føroyum máttu klára okkum uttan summar av okkara bestu svimjarum. Arbeiðsboð og annað viðførdu nevniliga at Shaila millum Garðarnar, Pauli Ø. Mohr, Poula Ø. Mohr og Cecilia Eysturdal ikki fingu møtt, umframt at svimjarar sum Kári J. á Høvdanum og Mona Simonsen ikki longur svimja, sum vóru við til at tryggja okkum sigurin í fjør.

Tað var tí eitt væl yngri lið sum skuldi kappast fyri Føroyar í ár, ímóti íslendingum sum í fleiri førum vóru fleiri sekund betri enn føroyingarnir, um ein hugdi at hvat tey høvdu svomið áðrenn. Tríggir av føroysku svimjarunum eru seniorar og fimm juniorar, meðan hini 8 eru bæði 1, 2 og 3 ár undir veruligan junioraldur, har íslendingar møttu við 11 seniorum, 3 juniorum og 2 undir veruligan junioraldur.

Men úrslitini vóru ikki at kimsa at, hvørki hjá føroyingum ella íslendingum. Longu í fyrstu kapping setti Astrið Foldarskarð úr FLOT nýtt føroyskt juniormet, við tíðini 29.63 í 50 metra firvaldasvimjing, har hennara egna juniormet frá Føroyameistarastevnuni í mai mánaða var 30.05. Ein framúr betring av bestu tíð, so mikið tíðliga í svimjiárinum, og tó einans nummar trý av fýra í kappingini ímóti íslendingum, sum fremsti føroyingur.

Í næstu kapping setti ungi Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag nýtt føroyskt met og juniormet, tá ið hann í 50 metra firvaldasvimjing varð nummar eitt við tíðini 24.95. Aftur framúr betring í mun til hansara føroyska met á 25.17, og fyrsti føroyingur undir 25 sekund í 50 metra firvaldasvimjing. Við hesum úrslitið tryggjaði Magnusi sær eisini gullnálina.

Í 200 metra bringusvimjing kempaðu Turið S. Christiansen og Tanja S. Skaalum hart til tó at gerast nummar 3 og 4, ungar sum tær eru, Turið 1 ár undir veruligan junioraldur, og Tanja 2.

Í 100 metra bringusvimjing setti Jón Hofgaard úr Suðuroyar Svimjifelag nýtt flott juniormet við tíðini 1:06.50, tá ið hann gjørdist nummar tvey aftanfyri íslendska Jakob Jóhann Sveinsson. Hetta var ein betring uppá góð 2 sekund, í mun til at besta tíð hjá Jón til nú var 1:08.53 frá úttøkustevnuni til landsdystin í Havn í september, og nú bara nágreiniliga 1 sekund frá føroyska metinum hjá Páli Joensen. Pál átti juniormetið á 1:07.20 frá kapping í Klaksvík í november 2008, og eigur føroyska metið á 1:05.50 frá Oyggjaleikum á Álandi í 2009.

Í 200 frí høvdu Guðrun Mortensen og Jonna B. Thomsen tað hart ímóti íslendingum, og í 400 frí hevndi Pál so føroyingar við at svimja líka trygt best av øllum, við fyri hann eina lutfalsliga veika tíð á 4:01.39. Lítlibeiggi hansara Eyðbjørn Joensen svam hinvegin eina frálíka tíð á 4:13.31, sum er persónligt met hjá honum á góð 2 sekund í mun 4:15.43 á stevnu í Gentofte í juni 2010, og megnaði harvið at vinna á næstbesta íslending. Eitt super stikk til føroyingar, frá dreinginum sum enn er 3 ár undir veruligan junioraldur.

Í 4×50 stafettunum høvdu vit tað aftur hart, og vórðu við undirlutan bæði við bestu og næstbestu stafett, so at íslendarar vóru nr 1, føroyingar nr 2, íslendingar nr 3 og føroyingar nr 4. Hart fyri dystin, við tað at stigini frá stafettum telja dupult.

Í 100 rygg setti Birita Debes úr FLOT eitt avbera flott føroyskt met og juniormet, tá ið hon betraði um sína bestu tíð við hálvum øðrum sekundi, og vann kappingina við 1:03.15. Hennara juniormet var 1:04.72 frá Føroyameistarastevnuni í mai 2010, og føroyska metið hjá Elspu Mørkøre 1:03.78 frá kapping í Thisted í 2007. Ein ekstrem betring hjá rituvíksgentuni, í kapping har hon vegna start, vending og undirvatnssvimjing legði seg á odda, og so megnaði at halda allan vegin heim.

Í 50 metra ryggsvimjing vann Magnus Jákupsson við tíðini 26.86, har juniormetið hjá Kára J. á Høvdanum er 26.11, og føroyska metið hjá Kára 25.99. Hetta kann kanska tykjast veikt, í mun til at Magnus fyrr hevur svomið 26.57, men her skal havast í huga, at hann saman við Páli svam flest kappingar av øllum á stevnuni, 3 einstaklingakappingar og 2 stafettir, uppá bara 2 tímar. So tað var í lagi, eisini havandi í huga at hann fekk mest møgulig stig í hesum 50.

Í 100 frí vóru Guðrun Mortensen og Guðrun Holm Jacobsen greitt við undirlutan ímóti íslendingum, og gjørdust tí nummar 3 og 4 av 4. Í 100 frí hjá monnum vann Pál ein rættiliga tryggan sigur, samstundis sum Heðin L. Olsen úr Ægir megnaði at vinna á veikara íslendinginum. Í 200 blandað vóru ungu Turið S. Christiansen og Tanja Skaalum aftur við undirlutan ímóti stórum damum úr Íslandi, og í 200 blandað fyri menn gjørdust Pál og Magnus nummar 1 og 3.

Og so kom stóra sjokkið, tá ið føroyingarnir eftir ein lítlan steðg megnaðu at vinna á íslendingum í liðsvimjingini 8 ferðir 50 metra frí, í harðasta dystinum á allari stevnuni. Hvørt tak og hvør hundraðpartur taldi, tá ið føroyingar róptu síni bestu fram til ein sigur á íslendingum, í hesi serligu kapping fyri kvinnur og menn í senn, sum óivað øll vildu vinna. Íslendarar vóru so óhepnir at teirra næstabesta lið varð kolldømt, og føroyingar gjørdust tí bæði nummar 1 og 3 í hesi kapping, meðan íslendarar mistu øll stigini fyri sítt næstbesta lið.

Samlaða úrslitið 98-80 var nokk so greitt ein íslendskur sigur, har tey til tíðir útklassaðu okkum. Serstakliga á breiddini vunnu tey nógv stig, tað sæst best á, at bæði liðini vunnu hvør sínar 6 einstaklingakappingar, og at vinnandi stigini tí komu frá flest øðrum plássum og liðsvimjingunum. Men tað var so ikki meira ósigur til okkum í Reykjavík, enn tá ið íslendingar í fjør taptu við 101 stigum ímóti 79, á landsdystinum í høllini í Gundadali. Føroyingar kunnu tí vera rættiliga væl foreintir við seg sjálvar, at klára seg so mikið væl ímóti íslendingum í Íslandi, hetta árið tá ið íslendingar uttan iva ætlaðu at vinna stórt. Longu nú er avtalað við íslendingar, at næsta ár verður tað aftur í Føroyum, annað vikuskiftið í oktober; og tá verður spennandi at síggja, hvør ið liggur omaná.

Saman um tikið eitt megnaravrik hjá føroyingum ímóti krútsterkum íslendingum, har vit bæði sóu einastandandi úrslit, tryggar sigrar við Páli, Magnusi og Biritu, og allan hópin geva alt tað tey høvdu, til um møguligt at brýna íslendingar so mikið, at vit kundu vinna so nógv stig sum møguligt, og síðstu liðsvimjing. Føroyingarnir prógvaðu sítt virði í gjár, og kunnu nú við góðum treysti fara undir venjing næstu vikuna, ímóti nýggjum avbjóðingum.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.