2 góð úrslit í Budapest í dag

Teir báðir Pauli Ø. Mohr og Pál Joensen svumu báðir fyri Føroyar á evropameistarastevnuni í Budapest í morgun, Pauli í innleiðandi riðlunum av 100 frí, og Pál í innleiðandi riðlunum av 800 frí. Hjá Paula gjørdist tað eitt stórt persónligt met, og hjá Páli rakk tað til finaluna í morgin

Pauli áðrenn 100 frí í Budapest

Tíðin hjá Paula gjørdist 54.43, har besta tíð hjá honum til nú var 54.85 frá evropeisku juniormeistarastevnuni í Prag í 2009. Sjálvsagt tá í superdrakt, har hann nú skuldi svimja í stuttibuksum. Eitt flott persónligt met á yvir fýra tíggjundapartar, sum báðar frá góðum til hálva teinin leygardagin. Besta tíð hjá Paula er nevniliga 24.68 í 50 frí, har føroyska metið hjá Kristiani Olsen frá Reykjavík International Games í 2007 er 24.56.

Í 800 metra frísvimjing hevði Pál fyri eina ferð skyld fyrimun av at svimja í síðsta riðli, so at hann tá hevði sæð teir fyrru riðlarnar svomið, og tí nágreiniliga visti kravið til at sleppa í finalu. So og so skjótt til at vera nóg skjótur í mun til fyrru riðlarnar, og so annars frammanfyri so og so nógvar í síðsta riðli, til at vera millum teir 8 finalistarnar.

Men Pál koyrdi á sum vit hava sæð hann á 1500 metra teininum í gjár og fyrradagin, við høgari ferð allan teinin, og tí eisini beinan vegin eitt fitt glopp aftur til sínar mótstøðumenn í riðlinum. Taktikkurin er at hinir skulu geva upp ella royna at fylgja við og so møðast so mikið, at teir ikki verða vandamiklir í einum møguligum endaspurti. Tað riggaði framúr í dag, og Pál gjørdist tí eisini nummar 4 av teimum 8 sum sloppu í finalu, aftanfyri týska Christian Kubusch, franska Sebastien Rouault og ungarska Gergo Kis.

Teir átta í finaluni gjørdust sostatt

  1. Christian Kubusch úr Týsklandi við 7:53.93
  2. Sebastien Rouault úr Fraklandi við 7:54.30
  3. Gergo Kis úr Ungarn við 7:55.87
  4. Pál Joensen úr Føroyum við 7:56.55
  5. Federico Colbertaldo úr Italia við 7:58.32
  6. Mads Glæsner úr Danmark við 7:58.50
  7. Gergely Gyurta úr Ungarn við 7:59.13
  8. Samuel Pizzetti úr Italia við 8:00.10

Av hesum eru tað serliga Christian Kubusch og Gergo Kis sum eru vandamiklir, umframt sjálvsagt Rouault. Kubusch er júst niður aftur komin av hæddarlegu í einar tríggjar vikur, til bara at svimja hesa éinum kapping, og Kis er á heimabana millum ógvuliga engageraðar áskoðarar. Báðir teir svumu ikki 1500, og Rouault vita vit hevur ferð og styrki, nú hann vann á Páli á 1500 metra teininum í gjár.

Hestoy hyggur at meðan Pál dregur frá

Finalan í 800 frí er aftur fyrsta kapping á skránni, klokkan 16:02 føroyska tíð, í morgin fríggjadag 13. august. Pauli Ø. Mohr skal áðrenn tað royna seg í 50 metra bringusvimjing, í innleiðandi riðlunum umleið klokkan 09:42, føroyska tíð. Eurosport sendir beinleiðis sjónvarp frá báðum hendingunum, og Kringvarp Føroya frá finaluni hjá Páli. Hartil ber til at fylgja við tíðunum á www.svimjing.com/live, umframt at síggja kappingina beinleiðis har á netinum, um ikki ber til at síggja sjónvarpsrásirnar.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Budapest

This entry was posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.