So er EM í Budapest byrjað

Pauli Ø. Mohr í Budapest

Pauli Øssursson Mohr svam í morgun 50 metra firvaldasvimjing á evropeisku meistarastevnuni á langgeil, sum er í Budapest í hesum døgum. Tíðin hjá honum varð 27.02 sekund, ið er flott persónligt met í mun til hansara nú fyrrverandi á 28.21 frá Small States stevnuni í Hafnarfirði í juni mánaða. Ein tíð sum boðar frá góðum, nú hann leygardagin skal svimja sína veruliga sergrein, 50 metra frí.

Tíðin er eitt sindur frá føroyska metinum á 25.90, sum Magnus Jákupsson svam á norðurlendsku meistarastevnuni fyri ung, tá ið hann vann gull har í Drammen í juli mánaða. Men ein betring á meira enn eitt sekund er ikki at forsmáa, og Jón Bjarnason venjari heldur at tað kundi enntá hava verið eitt hálvt sekund betri, um teknikkurin riggaði líka so væl hjá Paula í móti endanum at teimum 50, sum í fyrstanini.

Føroyska liðið uttanfyri Alfréd Hajós í Budapest

Nú seinnapartin taka føroyingarnir sær av løttum í Budapest, og hyggja at finalunum heldur í sjónvarpinum á hotellinum, enn at fara til svimjihylin at sita. Tað er heitt í Budapest í dag, og eisini snerkjandi sól á áskoðarar og svimjarar runt uttandurahylin. Í morgin umleið klokkan 10 er tað so Pál Joensen sum skal royna seg, í innleiðandi 1500 metra frí.

Til ber at síggja bæði innleiðandi riðlar og finalur á Eurosport, umframt at síggja tíðir og video á internetinum, til dømis við at vitja www.svimjing.com/live. Innleiðandi riðlarnir byrja hvønn dag klokkan 08:30 føroyska tíð, og finalurnar kl 16:00.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Budapest

This entry was posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.