Føroyingar á evropameistarastevnu í Budapest

Nú mánamorgun 9. august byrjar evropameistarastevnan í svimjing á langgeil, sum í ár er í Budapest í Ungarn. Fyri Føroyar luttaka Pauli Ø. Mohr og Pál Joensen, á hesi fyrstu veruliga stóru altjóða svimjistevnu eftir at superdraktirnar eru burtur.

Bjarnason á kantinum í Budapest

Kappast verður í sjey dagar til og við sunnudagin 15. august, við innleiðandi riðlum um morgunin og finalum um kvøldið. Føroyingarnir báðir kappast hesar dagar:

  • Mánamorgun 9. august: Pauli Ø. Mohr innleiðandi 50 firvald
  • Týsmorgun 10. august: Pál Joensen innleiðandi 1500 frí, finalan verður svomin mikudag
  • Hósmorgun 12. august: Pauli Ø. Mohr innleiðandi 100 frí, og Pál Joensen innleiðandi 800 frí, finalan verður svomin fríggjadag
  • Fríggjamorgun 13. august: Pauli Ø. Mohr innleiðandi 50 bringu
  • Leygardag 14. august: Pauli Ø. Mohr innleiðandi 50 frí

Torført er at meta um útlitini, nú sonevndu superdraktirnar eru burtur. Hetta verður av teimum kønu mett at vera mest opna evropameistarastevnan síðani mitt í 90-unum, og tað sæst eisini aftur á luttøku hjá fjølmiðlunum, ið er tvífaldað í mun til seinasta EM í Eindhoven í 2008.

Pauli er rættiliga langt frá at svimja seg víðari til finalu, og hevur tí serliga føroyskt met sum mál. Pál er sambært startlistanum styrkismettur nakað frá finaluplássunum, men spurningurin er hvussu eftirfarandi tann listin er. Ein munur á Pál og hinum er millum annað, at hinir hava verið noyddir at trappa niður til sína lokalu úttøkustevnur til EM, har Pál longu við byrjan av árinum hevði klárað kravtíðirnar hjá føroyska svimjisambandinum. Og hartil hava summir meldað til við tíðum frá tíðini við superdraktum, har tíðirnar hjá Pál eru frá í ár.

Á altjóða støði er hendan stevna eisini sera áhugaverd, við tað at hon fer at gera greiðari hvør heimspartur ið dominerar, nú eftir at hesar superdraktir eru burtur. Amerikanarar hava havt sína stóru kapping, avstraliarar og kinesarar eisini sína, so nú er Evropa eftir. Um eina viku eru vit klókari, hvør heimspartur, og serliga hvørjir svimjar, ið eru ovast nú OL í London nærkast.

Til ber at síggja evropameistarastevnuna beinleiðis á Eurosport, bæði frá innleiðandi kl 08:30 og finalum kl 16:00, føroyska tíð. Hartil ber til at fylgja við úrslitunum beinleiðis á www.omegatiming.com, og á www.svimjing.com/live

Við í ferðalagnum eru eisini Jón Bjarnason venjari, Thurid Kjærbo fysioterapeutur og Rókur í Jákupsstovu ferðaleiðari. Jon Hestoy er eisini í Budapest, sum altjóða yvirdómari í havsvimjing.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.