Nýtt føroyskt met í 4×100 frí hjá kvinnum

Tær fýra Cecilia Eysturdal, Guðrun Mortensen, Tanja Skaalum og Turið S. Christiansen megnaðu her fyri løtu síðani at seta nýggj føroyskt met og juniormet í 4×100 frí, við tíðini 4:19.01 har føroyska metið og juniormetið frá Small States 2010 var 4:20.30. Hetta er avbera gott, tá ið hugsað verður um at tær allar fýra eru undir veruligan junioraldur, og tó so kláraðu at betra um eitt met sum út yvir Guðruna og Ceciliu hevði styrk av teimum báðum eitt ára eldru Poulu Ø. Mohr og Biritu Debes.

Annars er tað ikki gingið heilt eftir vild, hendan fyrsta dagin á norðurlendsku meistarastevnuni fyri ung í Drammen. Út yvir at Magnus Jákupsson vann gull og setti føroyskt juniormet í 50 rygg í morgun, so hava tey tíverri næstan undan uttantak svomið verri enn sínar tilmeldingartíðir, og eru tí eisini dragnað nakað í mun til styrkismetingarnar til meistarastevnuna.

Men vit kunnu tó so staðfesta, at Føroyar ikki longur hoyra til niðast á úrslitalistunum í norðurlendskum meistarastevnum, í øllum førum ikki tá ið tað kemur til hesi ungu. Vit hava vunnið rættiliga nógv av hesum gráu fjórða-, fimta- og sættaplássum, sum ikki geva heiðursmerki, men tó so prógva at tey eru við. Og tá eru kappingarneytarnir ikki hvør sum helst, men í svimjihøpi rættiliga sterkar tjóðir sum Svøríki, Danmark, Noregi og Finnland, ið afturat Ísland og Estland kunnu stilla við tveimum svimjarum í part.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Á breddanum, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.