Pál fimtbestur í Monaco

Tað bleiv til eitt fimtapláss í 400 frí og eitt 17. pláss í 200 frí, tá ið Pál Joensen her um vikuskiftið kappaðist á altjóða Mare Nostrum svimjistevnuni í Monaco. Tíðirnar hjá Páli vóru nakað verri enn tað sum hann hevur svomið fyrr, men hann stóð seg tó so væl betri í kappingini við hinar, enn tað sum upprunaliga styrkismetingin bendi á.

Pál Joensen í Monaco

Leygardagin svam hann 3:53.88 í 400 metra frísvimjing finalu, aftanfyri týska Paul Biedermann á 3:48.77, kinesiska Lin Zhang á 3:49.10, tunesiska Oussama Mellouli á 3:50.35, og skotska Robbie Renwick á 3:53.21. Føroyska metið hjá Páli er 4:48.57, frá donsku meistarastevnuni í Esbjerg í fjør, tá ið svomið varð draktum sum nú eru forboðnar.

Sunnudagin svam hann 1:53.42 í 200 metra frísvimjing, og gjørdist harvið nummar 17 og akkurát ov stuttur til at sleppa í finalu. Føroyska metið hjá Páli er her 1:50.04, aftur frá kapping í superdrakt á DM í Esbjerg í fjør.

Jón Bjarnason heilsaði eftirfylgjandi úr Monaco, at hendan stevna vísti seg ikki at vera so væl egnað til langteinarar sum Pál, serliga tí at so stutt tíð var til upphiting. Teir fingu einar 45 minuttir í hylinum áðrenn kapping, sum er ov lítið fyri Pál, og sum heild snúddi hesin partur av Mare Nostrum seg serliga um 50 metra sprint-teinarnar.

Men hetta var jú líka fyri øll, og missurin var tí fyrst og fremst í tíðunum. Pál varð undan kappingini styrkismettur til at gerast nummar 11 í 400 frí og nummar 33 í 200 frí, og tók seg tó so í kappingini heilt fram til plaseringar sum ávíkavist nummar 5 og 17, serliga tí at hinir høvdu enn verri við at liva upp til sínar tilmeldingartíðir.

At kappingin var hørð í Monaco, síggja vit millum annað í 400 metra frísvimjingini, har tríggir av teimum fýra sum svumu skjótari enn Pál, gjørdust heimsmeistarar í greinunum 200, 400, 800 og 1500 frí á HM í Rom í fjør. Týski Paul Biedermann gjørdist tá heimsmeistari í 200 og 400 frí, kinesiski Lin Zhang heimsmeistari í 800 frí, og tunesiski Oussama Mellouli heimsmeistari í 1500 frí.

Biedermann eigur eisini heimsmetini í 200 og 400 frí, ávíkavist 1:42.00 í 200 frí og 3:40.07, har hann nú í Monaco vann báðar greinarnar við ávíkavist 1:46.82 og 3:48.77.

Nú eru tey trý á veg víðari til Barcelona, har næsta Mare Nostrum stevna verður nú mikudagin og hósdag 5. – 6. juni. Til ber at fylgja við svimjistevnuni á www.svimjing.com, umframt á www.marenostrumswim.com

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.