FM og JM í svimjing 2010

Nú hósmorgunin 13. mai byrjar árliga Føroyameistarastevnan í svimjing, ið er hæddarpunktið í heimliga svimjikalendaranum. Kappast verður í Svimjihøllini í Gundadali, hósdag til leygardag 13. til 15. mai, við avgerandi juniormeistarastevnu um morgunin, og beinleiðis sjónvarpaðum finalum um kvøldið. Føroyameistarastevnan er evstamark fyri úttøku til altjóða svimjistevnur í summar, sum í ár umfata EM í Ungarn, EJM í Finnlandi, NMU í Noregi og Small States í Íslandi.

Menn klárir at kappast á FM 2009

Skráin fyri FM/JM 2010

  • Hósmorgun 13. mai kl 09:30 – Innleiðandi riðlar og juniormeistarastevna
  • Hóskvøld 13. mai kl 18:00 – Finalur beinleiðis í Kringvarpi Føroya
  • Fríggjamorgun 14. mai kl 09:30 – Innleiðandi riðlar og juniormeistarastevna
  • Fríggjakvøld 14. mai kl 20:40 – Finalur beinleiðis í Kringvarpi Føroya
  • Leygarmorgun 15. mai kl 10:30 – Innleiðandi riðlar og juniormeistarastevna
  • Leygarkvøld 15. mai kl 18:00 – Finalur beinleiðis í Kringvarpi Føroya

Meistarastevnan er skipað soleiðis, at øll um morgunin kappast í innleiðandi riðlunum um at koma í finalu um kvøldið, samstundis sum at juniorar og yngri kappast um heiðurin at gerast føroyskur juniormeistari 2010. Og um kvøldið eru tað so tey upp til 6 skjótastu í hvørji grein, sum kappast um at verða føroyameistari 2010. Harvið eru allir stevnupartar avgerandi hjá teimum yngru, samstundis sum at tey eldru mugu ansa sær at ikki taka tað ov róligt um morgunin, um tey vilja sleppa í finalu um kvøldið.

Úttøkur til altjóða kapping í summar

Føroyameistarastevnan er síðsta freist at klára kravtíð til Evropeisku Meistarastevnuna í Budapest tann 9. – 15. august, umframt til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna í Helsinki tann 14. – 18. juli. Hartil fer Svimjisambandið í leypi av FM/JM 2010 at taka út einar 8 svimjarar til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung í Drammen tann 3. – 4. juli, umframt einar 8 svimjarar til “2nd Swimming Championships of the Small States of Europe”, sum verður í Hafnarfirði tann 12. – 13. juni 2010.

Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung er fyri svimjarar undir junioraldur, meðan Evropeiska Meistarastevnan fyri Smátjóðir er skipað bæði sum junior- og seniorkapping. Svimjararnir verða ikki tiknir út við beinleiðis kravtíðum, men í staðin út í frá millum annað hvussu nógv FINA stig tey megna at røkka í einstaklingakapping á Føroyameistarastevnuni.

Beinleiðis í sjónvarpi og á netinum

Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá øllum finalupørtum, í sjónvarpi og yvir interneti á www.kringvarp.fo. Hartil ber til at fylgja við tíðum og kjaki beinleiðis á www.svimjing.com/live, við møguleika hjá øllum at luttaka í kjakinum, og at seta viðmerkjaranum í sjónvarpinum spurningar.

Live Timing frá MU 2010

Fagurt skrýdd høll

Svimjihøllin í Gundadali verður pyntað við fløggum og litum, sum á landsdystinum ímóti Íslandi og Føroyameistarastevnuni í fjør. Sum nakað nýtt verður tíðtakingin eisini víst á stórskíggjum í høllini, so at áskoðararnir kunna fylgja betur við gongdini í ymisku kappingunum.

Upphiting á FM 2009

Millum stevnupartarnar eru so eisini leypandi tíðindi og viðmerkingar, á føroyskum svimjiheimasíðum sum www.svimjing.com, www.ssf.fo, www.hs.fo, www.aegirsvim.fo og www.susvim.com.

Hørð kapping í væntu

Yngstu svimjistjørnur okkara megnaðu at seta heili 15 juniormet á Meistarastevnuni fyri Ung, sum var í Klaksvík nú í vikuskiftinum. Eingin av teimum hevði veruligan junioraldur, og spennandi verður tí at síggja hvussu verður á Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni, nú tey eldru eisini sleppa at royna seg. Pál Joensen og Pauli Ø. Mohr hava longu boðað frá luttøku, sum plaga at borga fyri eini veruligari holmgongu í 50 metra frísvimjing. Kári J. á Høvdanum og Guðrun Holm Jacobsen síggjast eisini á startlistunum, umframt onnur kend nøvn sum Shaila millum Garðarnar, Malan Vitalis Bærendsen, Birita Debes og Poula Ø. Mohr.

Ársins svimjarar verða valdir

Venjarar úr øllum svimjifeløgum velja í leypi av FM/JM, hvørjir svimjarar sum skulu hava heiðurin at gerast ársins svimjarar hjá monnum og kvinnum í 2010, umframt ársins stjørnuskot. Í fjør vóru ársins svimjarar Shaila millum Garðarnar og Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, meðan ársins stjørnuskot vóru Birita Debes úr FLOT og Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag.

Ársins svimjarar og stjørnuskot 2009

Áhugaverd leinki

Startlistar til FM/JM 2010: http://www.livetiming.se/program.php?cid=507&session=1

Úrslit frá FM/JM 2009: http://www.livetiming.se/results.php?cid=306

Føroysk met á stuttgeil: http://www.ssf.fo/kapping/met/foroysk-met-25m/

Føroysk juniormet á stuttgeil: http://www.ssf.fo/kapping/met/juniormet-25m/

Kravtíðir til altjóða kapping í 2010: http://www.ssf.fo/kapping/kravtidir/kravtidir-2010-25m/

Føroyskir styrkislistar fyri svimjiárið 2009/2010:
http://www.swimrankings.net/index.php?page=rankingDetail&clubId=107&gend…

This entry was posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.