Eitt heiðursmerki afturat til Pál í Suðurafrika

Pál Joensen vann í kvøld bronsu í 1500 metrar frísvimjing, á suðurafrikansku meistarastevnuni í Durban. Teir báðir Jón Bjarnason og Pál eru tó ikki serliga nøgdir við úrslitið í kvøld, við tað at tíðin hjá Páli var 15:21.8, har hann við tilmeldingartíðini 15:02.80 lá til at vinna gull, og har vinnarin í kvøld svam 15:06.75.

Jón Bjarnason nevnir sum møguliga orsøk til úrslitið í kvøld, at tað vóru heilir 2 tímar frá tí at upphitingin endaði, til finalan í 1500 frí byrjaði. Pál trívist best við at enda upphitingina beint áðrenn kapping, og møguliga var tað orsøkin til at hann nú, sum Jón skrivar í SMS úr Durban, var “tungur frá byrjan av”, og at tað “føldist ongantíð gott”.

Føroyska metið hjá Páli er hendan tilmeldingartíðin 15:02.80, frá donsku meistarastevnuni á langgeil í fjør. Vinnari í kvøld gjørdist suðurafrikanski Heerden Herman við 15:06.75, og silvurvinnari tann eisini suðurafrikanski Mark B. Randall við 15:09.75.

Offisielli úrslitalistin kann síggjast her: http://ssa.sportza.co.za/durban/?q=wfr/32/2578

Pál hevur nú ikki fleiri kappingar eftir á suðurafrikansku meistarastevnuni, og teir báðir Jón Bjarnason fara tí at royna at sleppa heimeftir aftur, til vónandi at lenda í Vágunum týsdagin í næstu viku.

Saman um tikið gjørdist úrslitið hjá Páli eitt gullheiðursmerki í 800 frí, eitt bronsuheiðursmerki í 1500 frí, eitt fjórðapláss í 400 frí, og eitt áttandapláss í 200 frí. Ætlanin við luttøkuni á suðurafrikansku meistarastevnuni var fyrst og fremst at fá venjing í kapping á høgum støði, sum fyrireiking til evropameistarastevnuna í Budapest í summar.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu
næstformaður

This entry was posted in Kapping, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.