Veldug føroysk luttøka á Reykjavík International

Nú um vikuskiftið verður stór altjóða svimjistevna í Reykjavík, har millum annað 43 føroyskir svimjarar luttaka. Hetta verður ein avbjóðandi svimjistevna, har tey skulu kappast ímóti flestu av teimum bestu íslendsku svimjarunum, umframt einum norskum landsliði við sjálvum Alexander Dale Oen á odda. Men tó smæðast føroyingarnir ikki burtur, nú okkara unga lið er styrkismett til at kunna taka 1 gull, 4 silvur og 2 bronsu í seniorbólkinum, og sikkurt eina rúgvu eisini í juniorbólkinum.

Landsliðshópurin Reykjavík International 2010. Standandi frá vinstru: Karina Petersen, Sofus Bech, Magnus Jákupsson, Cecilia Eysturdal, Heðin L. Olsen, Guðrun Mortensen, Jóhann Heðinsson, Turið S. Christiansen, Tanja Skaalum, Bjarni M. Petersen, Jonna B. Thomsen, Sonni Eliasen. Húkandi frá vinstru: Jóhanna Egholm, Birita Debes, Poula Ø. Mohr, Astrið Foldarskarð. Monika Biskopstø og Helena Sævarsdóttir vænta á myndini.

Av íslendskum svimjarum kunnu nevnast Jakob Jóhann Sveinsson, sum í november gjørdist íslandsmeistari í 200 bringu við heimsklassatíðini 2:07.75, og sum síðani var ein av størstu profilum í landsdystinum ímóti Føroyum. Hartil 5 av 6 íslendskum luttakarum á evropeisku meistarastevnuni í Istanbul í desember, 10 av 11 luttakarum á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Bergen, og 15 av teimum 16 sum kappaðust ímóti Føroyum í Tórshavn í november.

Alexander Dale Oen er norskur bringusvimjari, sum vann silvur í 100 bringu á OL í Beijing í 2008, umframt at gerast evropameistari í 100 bringu á EM í Eindhoven tað árið. Alexander er ein av teimum fáu sum í 2009 valdu at svimja uttan hesar tiltiknu ‘superdraktir’, og rakk tað kanska netupp tí ikki somu tindar í 2009, sum í 2008. Men serfrøðingar meta at hann er ein av teimum, sum veruliga kann fara at gera um seg aftur, nú hesar superdraktir eru vekk.

Hóast allar hesar profilar, so eru okkara svimjarar til tíðir menntir at sníkja seg upp í millum teir bestu av teimum, á styrkismetingarlistanum.

Bestu vánir sambært tilmeldingartíðum:

  • 50 rygg kvinnur: Birita Debes bestu tíð
  • 50 frí menn: Pauli Ø. Mohr næstbestu tíð
  • 100 rygg kvinnur: Birita Debes næstbestu tíð
  • 200 rygg kvinnur: Birita Debes næstbestu tíð
  • 100 rygg menn: Magnus Jákupsson næstbestu tíð
  • 50 rygg menn: Magnus Jákupsson triðbestu tíð
  • 200 rygg menn: Magnus Jákupsson triðbestu tíð

Og tá skal sigast, at styrkismetingarlistin ikki tekur hædd fyri, at summir av svimjarunum hoyra til juniorbólkin. Vit hava nógvar svimjarar árgang 1996 og yngri, sum tí burdi ligið nógv betri fyri, um har var ein startlisti eisini bara fyri juniorar.

Startlistin til Reykjavík International sæst her á www.aegir.is:
http://www.aegir.is/images/stories/rig/2010/keppendalisti.pdf

Eitt yvirlit yvir føroysku luttøkuna sæst her á Google Docs:
http://spreadsheets.google.com/ccc?key=0AokY2dEDfECkdG5NZjltTHNaZVRfTTVUbkZ5cGRrX3c&hl=en

Tað verður dagført so hvørt sum tey kappast, og hartil verður dúgliga fylgt við á www.svimjing.com og www.svimjing.com/live, umframt á heimasíðum hjá Svimjisambandinum og føroyskum svimjifeløgum: www.ssf.fo, www.fsvim.com, www.hs.fo, www.susvim.com, www.aegirsvim.com. Heimasíðan hjá Reykjavík International er www.rig.is, men tað stendur meira um sjálva svimjistevnuna á heimasíðuni hjá vertsfelagnum Ægir, www.aegir.is.

Live úrslit frá svimjistevnuni síggjast her:
http://www.sfaegir.xtreemhost.com/rig2010/

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Eitt sindur av bakgrundsdáta

Íslendska landsliðið á EM í Istanbul í desember 2009

Davíð Hildiberg Aðalsteinsson, ÍRB – luttekur á RI 2010
Sindri Þór Jakobsson, ÍRB – luttekur á RI 2010
Hrafnhildur Lúthersdóttir, SH – luttekur á RI 2010
Inga Elín Cryer, ÍA – luttekur á RI 2010
Ingibjörg Kristín Jónsdóttir, SH – luttekur á RI 2010
Ragnheiður Ragnarsdóttir, KR – luttekur á RI 2010

http://www.sundsamband.is/?nwr_from_page=true&nwr_more=1921&ib_page=119&iw_language=is_IS

Íslendska juniorlandsliðið á NJM í Bergen í desember 2009

Anton Sveinn Mckee, Ægir – luttekur á RI 2010
Gunnar Örn Arnarson, ÍRB – luttekur á RI 2010
Gunnar Ólafsson, KR – luttekur á RI 2010
Hrafn Traustason, ÍA – luttekur á RI 2010
Orri Freyr Guðmundsson, SH – luttekur á RI 2010
Eygló Ósk Gústafsdóttir, Ægir – luttekur á RI 2010
Elín Erla Káradóttir, Óðni – luttekur á RI 2010
Halldóra Sigríður Halldórsdóttir, Óðni
Lilja Ingimarsdóttir, ÍRB – luttekur á RI 2010
Salome Jónsdóttir, ÍA – luttekur á RI 2010
Kolbrún Jónsdóttir, KR – luttekur á RI 2010

http://www.sundsamband.is/?nwr_from_page=true&nwr_more=1920&ib_page=119&iw_language=is_IS

Íslendska landsliðið í landsdystinum ímóti Føroyum í november 2009

Bragi Þorsteinsson; SH – luttekur á RI 2010
Birgir Viktor Hannesson, ÍA – luttekur á RI 2010
Jakob Jóhann Sveinsson, Ægir – luttekur á RI 2010
Kolbeinn Hrafnkelsson, SH – luttekur á RI 2010
Konráð Hrafnkelsson, SH – luttekur á RI 2010
Kristinn Ásgeir Gylfason, ÍRB – luttekur á RI 2010
Njáll Þrastarson, SH – luttekur á RI 2010
Sindri Snævar Friðriksson, SH – luttekur á RI 2010
Erla Hrönn Unnsteinsdóttir, Óðni – luttekur á RI 2010
Elfa Ingvadóttir, ÍRB
Jóna Helena Bjarnadóttir, ÍRB – luttekur á RI 2010
Lilja María Stefánsdóttir, ÍRB – luttekur á RI 2010
Hildur Þórbjörg Ármannsdóttir, Óðni – luttekur á RI 2010
Diljá Heimisdóttir, ÍRB – luttekur á RI 2010
María Ása Ásþórsdóttir, ÍRB – luttekur á RI 2010
Lea Hrund Guðjónsdóttir, ÍA – luttekur á RI 2010

http://www.sundsamband.is/?nwr_from_page=true&nwr_more=1919&ib_page=119&iw_language=is_IS

Føroyska luttøkan á Reykjavík International 2010

Ungdómslandsliðið hjá SSF

Astrið Foldarskarð, 1994, FLOT
Birita Debes, 1995, FLOT
Bjarni M. Petersen, 1992, Ægir
Cecilia Eysturdal, 1996, Ægir
Guðrun Mortensen, 1997, SuSvim
Heðin L. Olsen, 1994, Ægir
Helena Sævarsdóttir, 1994, SuSvim
Jóhann Heðinsson, 1995,FS
Jóhanna Egholm, 1996, FS
Jonna B. Thomsen, 1996, FS
Magnus Jákupsson, 1994, HS
Monika Biskopstø, 1994, Ægir
Poula Ø. Mohr, 1995, FS
Sofus Bech, 1994, SuSvim
Tanja Skaalum, 1997, SuSvim
Turið S. Christiansen, 1996, Ægir

Hartil hava feløgini sent hesar afturat til Reykjavík International 2010

Fuglafjarðar Svimjifelag (FS)

Anna Larsen, 1997
Durita Jógvansdóttir, 1999
Eyðrið Hansen, 1994
Pauli Ø. Mohr, 1991
Sunnleyg Eliasen, 1997

Svimjifelagið FLOT (FLOT)

Joan Kristina í Jákupsstovu, 1995
Jóhan Hermann Slættalíð, 1994
Ragnvaldur Jensen, 1989
Tróndur Olsen, 1992

Havnar Svimjifelag (HS)

Annika S. Olsen, 1996
Bartal Hestoy, 1992
Emma Nystrøm Festirstein, 1996
Markus Joensen, 1996
Óli Mortensen, 1996
Sudarat Niyomtham, 1995
Teitur Skoubo, 1995
Tummas J. Danielsen, 1994

Suðuroyar Svimjifelag (SuSvim)

Erna Katrin Olsen, 1996
Eyðbjørn Joensen, 1996
Hanna Nysted, 1994
Kristina Elin Thomsen, 1998
Sára Müller, 1993

Ægir (Ægir)

Alvi Hjelm, 1996
Eva Tryggvadóttir, 1996
Hjørtur á Fløtti, 1994
Óluva Jacobsen, 1997
Sigmund Mørkøre, 1995

This entry was posted in Kapping, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.