Komi og svimji

Nú leygardagin 9. januar verður serligt svimjitiltak í Sørvági, har umboð hjá Svimjisambandi Føroya fara vestur at greiða frá um svimjing, og at skipa fyri ymiskum tiltøkum í svimjihylinum. Tiltakið er ókeypis og fyri øll.

NUM svimjarar

NUM svimjarar

Við hesum tiltaka vónar Svimjisambandið at koma í samband við svimjiáhugaði í Vágunum og økja um svimjiáhugan. Tiltakið er hugsað fyri børnum í triðja flokki og eldri. Støðið í frálæru verður lagt eftir støði hjá svimjarinum.

Seinnapartin verður so skipað fyri eini svimjikapping millum børnini, og verða kappingar aftur her skipaðar so øll kunnu vera við.

Skráin er hendan:

  • 10:00 – 12:00 Frálæra og venjing frá og við 3. flokki og uppeftir. Svimjararnir verða býttir í bólkar eftir førleika, og móttaka frálæru í svimjiteknikki og lívbjarging.
  • 13:30 Svimjikapping. Svimjararnir fáa møguleika at svimja eftir teirra førleika, tvs. eina longd, tvær longdir osfr. Allir luttakarar fáa prógv fyri luttøku
  • 15:00 Fundur um svimjing. Frásøgn, upplýsingar og annað svimjiprát. Væntandi tekur hetta í mesta lagi ein tíma.

Svimjisambandið vónar at vágafólk møtir fjølment.

Ynskja tit fleiri upplýsingar, so kunnu tit ringja til formannin í Svimjisambandinum, Jon Hestoy á telefon 59 45 55.

Sorvagur 10 plakat

This entry was posted in Breidd. Bookmark the permalink.