Svimjisambandið styrkir lívbjargni

Vikuskiftið 10. og 11. oktober hevði Svimjisamband Føroya í samstarvi við Dansk Svømmeunion hildið lívbjargingardómaraskeið í ÍSF-húsinum.

Morten450

Endamálsorðingin hjá Svimjisambandinum sigur at: Svimjisambandið skal menna og skapa áhuga fyri svimjing og at betra um heilsu støð una og møguleikanum fyri lívbjargni. Ásannandi at lívbjargingarparturin ikki hevur fingið nóg stóra orku, hevur Svimjisambandið hetta vikuskifti havt trettan fólk á skeiði sum lívbjargingardómarar. Hesi trettan eru úr øllum økjum í landinum og farið verður nú miðvist eftir at útbúgva so nógvir føroyingar sum gjørligt sum lívbjargarar.

Skeiðið er býtt í ein ástøðiligan part og ein part í svimjihylinum. Morten Hinnerup frá Dansk Svømmeunionen er skeiðsleiðari. Hesi trettan nýggju lívbjargingardómararnir hava møguleika at geva tvey lívbjargingarprógv: “Lívbjargingarroyndina” og “Lítla lívbjargingarroyndina” munurin á hesum báðum royndum er at fyri at fáa Lívjargingarroyndina skal ein verða fyltur 17 ár, henda royndin gevur samstundis rætt at arbeiða sum lívbjargari.

Sí yvirlit yvir lívbjargingardómarar her:

http://www.ssf.fo/breidd/livbjarging/

This entry was posted in Breidd, Lívbjarging. Bookmark the permalink.