Oyggjaleikalandsliðið vant í Havn

lic3b0mai

Fríggjakvøldið og leygardagin vandi oyggjaleikalandsliðið í Havn. Hetta er fyrstu ferð at hópurin er samlaður síðani úttøkustevnurnar í vár. Venjarar á leguni vórðu Kristian Martin Joensen og Petur Heðin á Fløtti, og svimjararnir eru Pauli Ø. Mohr, Paula Ø. Mohr og Kári J. á Høvdanum úr Fuglafjarðar Svimjifelag, Bjørg Seloy, Andrass Thomsen og Guðrun H. Jacobsen úr Havnar Svimjifelag, Birita Debes úr FLOT, og Malan V. Bærendsen, Katharina Lamhauge og Mona Simonsen úr Suðuroyar Svimjifelag. Av hesum venja Kári J. á Høvdanum, Birita Debes og Shaila millum Garðarnar eisini til heimsmeistarastevnuna í Rom, og Pauli Ø. Mohr til evropeisku juniormeistarastevnuna í Prag. Til hesa venjing mangla tveir svimjarar, tað eru Shalia millum Garðarnar og Pál Joensen. Næstu ferð oyggjaleikliðið møtest er til felagsvenjing í Vági um tvær vikur.

Pál Joensen fór mánadagin 25. mai, saman við venjara sínum Jón Bjarnasyni, til Calella í Spania at venja. Hann skal venja í 50 metra hyli í Spania í umleið ein mánaða, fyri síðani at luttaka á altjóða svimjistevnuni “Open EDF de Natation”, í París tann 19. til 21. juni. Eftir hetta verður farið heim til Føroya í nakrar dagar, áðrenn teir báðir fara fyrst við landsliðnum til Oyggjaleikir á Álandi tann 27. juni til 4. juli, fyri síðani at fara á venjingarlegu í Tallinn í Estlandi saman við teimum sum skulu til evropeisku juniormeistarastevnuna í Prag og heimsmeistarastevnuna í Rom, og síðani at enda til sjálva heimsmeistarastevnuna, ið er frá 26. juli til 2. august. Altso umleið 69 dagar hjá teimum báðum, harav teir eru heima í einar fimm.

Ferðin hjá Pál og Jón er komin í lag orsaka av stuðlinum til úrvalsítrótt,og er hetta fyrsta ítøkiliga úrslitið av at Fíggjarnevndin avgjørdi at seta 600.000  krónur av til úrvalítrótt. Av hesum 600.000 krónunum avgjørdi stjórnin í ÍSF av 350.000 krónur skuldi brúkast til Pál Joensen og fyrireikingar hansara.

Suðuroyar Svimjifelag hevur sett danan Mads Claussen sum fyribils venjara hjá sínum bestu svimjarum, tíðarskeiðið meðan Jón Bjarnason er burturstaddur. Mads er fyrrverandi kappsvimjari, við royndum sum høvuðsvenjari í Danmark frá 1994 til 2002, og síðani sum høvuðsvenjari í Íslandi frá 2002 til í dag. Hann hevði svimjarar við til Olympisku Leikir í 2004 og 2008, og hevur hartil roynt seg sum bæði venjari at danska og íslendska landsliðnum. So hetta er av sonnum ein av teimum tungu dreingunum, sum suðuroyingar hava fingið sum ‘feriuavloysara’ fyri Jón Bjarnason.

oyllid_havn_mai

This entry was posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv, Vinstri forsíðubjálki. Bookmark the permalink.