Bræv frá formanninum

Mynd: Álvur Haraldsen, Sosialurin

Gamlaárskvøld 2008

Góðu tit øll

Á ársins seinasta degi vil eg loyva mær at senda tykkum hesa nýggjársheilsu. Dagarnir eru stuttur og ein veit satt at siga ongantíð um tað morgunróði ella skýming, tá hugt verður út. Soleiðis er eisini nú vit skulu siga farvæl til árið 2008 og bjóða 2009 vælkomið. Tað er ikki sørt við sorgblídni og stóltleika, ið vit siga eitt tað besta árið í føroyska svimjing nakrantíð farvæl. Vit fara at minnast 2008 sum árið har vit bæði vóru til HM í Manchester, komu aftur frá EJM í Beograd við trimum gullheiðursmerkjum, fingið silvur til World Cup í Stockholm og endaði árið við góðum úrslitum til EM í stuttum hyli í Rijeka. Tað var ein heðurligur endi tá Pál Joensen var valdur ársins ítróttarnavn í Kringvarpinum í gjár. Tillukku við tí!

Um skamma stund er 2008 fari í søguna og vit bjóða 2009 inn um gáttina. Avbjóðingarnar vera stórar í 2009, ikki minst Heimmeistarakappingin í Rom. Tað skal vera mín vón, at tá vit um eitt ár minnast aftur á farna árið, so verður hetta við minst líka stórari gleiði og stoltleika sum í kvøld.

Eg vil við hesum takka tær og tíni fyri samstarv í 2008 og við teimum bestu ynskjum fyri eitt eydnuríkt 2009.

Við svimjikvøðu

Jon Hestoy

This entry was posted in Á breddanum, Tíðindaskriv, Vinstri forsíðubjálki. Bookmark the permalink.