Mona betraði seg næstan 5 sekund

Mona Simonsen svam í morgun 800 frí til EM í Rijeka, Kroatia. Tíðin hjá monu gjørdist 9:04,88, eina betring av tilmeldingartíðini uppá 4 sekund og 71 hundraðpartar.

Splitttíðirnar hjá Monu vóru hesar:
30,17
32,91
       1:03,08
33,72
34,11
       1:07,83
34,21
34,27
       1:08,48
34,57
34,49
       1:09.06
34,60
34,43
       1:09,03
34,56
34,92
       1:09,48
34,65
34,70
       1:09,35
34,43
34,14
       1:08,57
9:04,88
Ein betring uppá 4 sekund og 71 hundraðpartar.
Innan kappingina segði Mona at málið hjá henni var at verða fyrsta føroyska kvinna undir 9 minuttir, men tað eynaðist ikki hesuferð. Sambært venjaranum hjá Monu, so hevði hon ringt við at fylgja við svimjaranum á geil 4, og misti eitt sindur mótið. Jón Bjarnason ivast ikki í at hon hevur styrkina at svimja undir 9 minuttir undir teimum røttu umstøðunum.
This entry was posted in Tíðindaskriv, Vinstri forsíðubjálki. Bookmark the permalink.