Tríggir svimjarar í hylin í EM-kapping hósmorgunin

Hósdagin 11. desember byrjar EM-kappingin í Rijeka í Kroatia, og hava vit tríggir av okkara 4 svimjarum í hylin fyrsta dagin. Kappingin byrjar kl. 8.00 føroyska tíð og kunnu tit fylgja við beinleiðis á www.svimjing.com/live, har annars ein rúgva av videobrotum og samrøðum liggja. Finalurnar byrja kl. 15.30, føroyska tíð.

 

Fyrst svimir Kári á Høvdanum 100 firvald í 6. kapping, síðani skal Pál Joensen svimja 400 frísvimjing í 11. kapping og Shaila millum Garðarnar endar innleiðandi í 100 frísvimjing í 12. kapping.

 

Kári á Høvdanum, FS, (føddur 1. januar 1990)

100 Firvaldasvimjing, tilmeldingartíð 1:02,42, tilmeldaður sum nr. 46 av 52

 

Shaila millum Garðarnar, SUSVIM,  (fødd 20. juni 1984

100 frísvimjing, tilmeldingartíð 0:58,53 tilmeldað sum nr 54 av 60

 

Pál Joensen, SUSVIM,  (føddur 10. desember 1990

400 frísvimjing, tilmeldingartíð 3:44,07 tilmeldaður sum nr. 13 av 39

This entry was posted in Tíðindaskriv and tagged . Bookmark the permalink.