Pál Joensen í skjóstasta riðli í 1500 frí

Seint mánakvøldið, aftaná fleiri tímars seinking í Frankfurt, komu svimjararnir til EM í stuttum hyli í Krotia fram, ein langur dagur var at enda. Í dag eru venjing á skránni og skilja vit at øll er sera glað fyri umstøðurnar.

 

Liðið til EM í stuttum hyli eru 4 svimjarar. Úr Fuglafjarðar Svimjifelag: Kári á Høvdanum, úr Suðuroyar Svimjifelag: Mona Simonsen, Shaila millum Garðarnar og Pál Joensen. Landsliðsvenjarar eru: Jón Bjarnason og Petur Heðin á Fløtti, meðan Rókur í Jáupsstovu er ferðaleiðari.

 

EM byrjar hósdagin 11. desember og  skulu okkara svimjarar svimja hesar kappingar:

 

Kári á Høvdanum, FS, (føddur 1. januar 1990)

50 ryggsvimjing, tilmeldingartíð 0:26,11 tilmeldaður sum nr. 33 av 45

100 Ryggsvimjing, tilmeldingartíð 0:56,13, tilmeldaður sum nr. 33 av 36

100 Firvaldasvimjing, tilmeldingartíð 1:02,42, tilmeldaður sum nr. 46 av 52

 

Mona Simonsen, SUSVIM, (fødd 14. mai 1992

200 frísvimjing, tilmeldingartíð 2:09,88 tilmeldað sum nr. 47 av 52

400 frísvimjing, tilmeldingartíð 4:30,72 tilmeldað sum nr. 36 av 41

800 frísvimjing, tilmeldingartíð 9:09,59 tilmeldað sum nr. 18 av 24

 

Shaila millum Garðarnar, SUSVIM,  (fødd 20. juni 1984

50 frísvimjing, tilmeldingartíð 0:26,88 tilmeldað sum nr. 54 av 59

100 frísvimjing, tilmeldingartíð 0:58,53 tilmeldað sum nr 54 av 60

 

Pál Joensen, SUSVIM,  (føddur 10. desember 1990

200 frísvimjing, tilmeldingartíð 1:47,13 tilmeldaður sum nr. 29 av 67

400 frísvimjing, tilmeldingartíð 3:44,07 tilmeldaður sum nr. 13 av 39

1500 frísvimjing, tilmeldingartíð 14:48,89 tilmeldaður sum nr. 8 av 23

 

Pál Joensen er tilmeldaður á áttandabestu tíðini í 1500 frí og gevur tað honum pláss í skjótasta riðli, ið verður svomin sum beinleiðis finala leygardagin kl. 17.30 føroyska tíð. Sjónvarpi er í samráðingum við EBU um at senda frá kappingini, annars kunnu vit fylgja við, í myndum lívandi brotum og streaming frá Kroatia á www.svimjing.com.

 

Annars eru vónirnar góðar og millum annað segði Pál Joensen í 3-2 mánakvøldið at hann fór eftir heiðursmerkjum.

This entry was posted in Tíðindaskriv, Vinstri forsíðubjálki. Bookmark the permalink.