Bræv frá formanninum

Fríggjadagur 5. desember 2008

Góðu tit øll

Meðan hesi orð verða skrivaði byrjar okkara nýggja heimasíða at virka. Vónandi taka tit øll væl ímóti henni.

Í hesum døgum hendir nógv í Svimjisambandinum. Fríggjamorgunin fór lið til NJM í Södertälje, uttanfyri Stockholm. Fríggjakvøldið hittust Talentlandsliðið í Klaksvík og mánamorgunin fara tey á flog til Rijeka, har Evropeisku Meistaraskapini í stuttum hyli fara fram.

Klaksvík international

Lat meg fyrst av øllum ynskja Ægir til lukku við einari vælfyriskipaðari Klaksvík National. Mín vón er, at henda kappingin leggur støðið fyri kappingar frameftir.

Felagsvenjing Havnar og Fuglafjarðar Svimjifeløg

Herfyri hevði Fuglafjarðar Svimjifelag og Havnar Svimjifelag felagsvenjing í svimjihøllini í havn. Sera væleydnað tiltak, og kunnu vit ikki leggja nóg stóran dent á, hvussu stóran týdning tað hevur, at svimjarar úr ymsum feløgum koma saman at venja.

Eingin hylur í Runavík!?

Á www.flot.info skrivar Rókur, at skulu vit trúgva tí, ið borgarstjórin í Runavík sigur, so skulu vit ikki rokna við, at svimjihylur verður bygdur komandi 4 árini. Soleiðis skrivar Rókur:

Eingin hylur í Runavík næstu 4 árini

Soleiðis mugu vit væl tulka tað, tá ið nývaldi borgarstjórin í Runavík, Magnus Rasmussen, í Degi & Viku í kvøld sigur, at har ikki verður rúm fyri størri íløgum í Runavík, næstu fýra árini. Íløgukarmurin er allur brúktur uppá at byggja nýggja skúlan, og vit í svimjingini mugu tí seta okkara lít á aðrar kommunur í grannalagnum, um svimjingin skal kunna mennast stórvegis her í økinum.

Sera hugstoytandi, at tað enn ikki røkist fyri einum hyli í Eysturoynni. Sí annars sera áhugaverda grein á www.svimjing.com um at brúka sjóarhita at hita svimjihøllir.

Streaming frá svimjikappingum

Streamingin frá kappingum er nú komin væl áleiðis, og er bæði stream úr Havn og Klaksvík.

Evropeisk stutthyljameistarakapping

Evropeiska Meistarakappingin í stuttum hyli EMS, verður í Rijeka, Kroatia í døgunum 11. til 14. desember. Ferðaliðið til Kroatia er: Rókur í Jákupsstovu, ferðaleiðari, Petur Heðin á Fløtti og Jón Bjarnason, venjarar, og svimjararnir eru: Kári á Høvdanum úr Fuglafjarðar Svimjifelag, Shaila millum Garðarnar, Mona Simonsen og Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag.

Norðurlendsk Junior Meistarakapping

Fríggjamorgunin fór liðið avstað til NJM í Södertälje. Ferðaleiðari er Maud Poulsen, og venjari Petur Heðin á Fløtti, svimjararnir eru Helena Strøm úr Suðuroyar Svimjifelag og Hildur á Fløtti úr Fuglafjarðar Svimjifelag.

Talentlandsliðvenjing

Venjing fyri okkara ungu talent verður í Klaksvík 5. og 6. desember. Jórun Eið Johannesen nevndarlimur og venjararnir Rúni Gaardbo og Jóhan Martin Poulsen skipa fyri hesari venjingarlegu. Feløgini og svimjarar hava fingið boð frá Svimjisambandinum.

SSF á ferð

Starsvnevndin hevur byrjarð sína rundferð á vitjan. Fyrsta felagið, ið fekk vitjan var Suðuroyar Svimjifelag. Leygardagin 22. november var starvsnevndin á vitjan í Suðuroy. Sera áhugaverdur fundur, og nú standa hini feløgini fyri tørni.

Bindilið

Starvsnevndin hevur avgjørt, at ein limir úr starvsnevndini kemur at luttak í øllum undirnevndum sum bindilið. Bindiliðið hevur ikki atkvøðurætt.

Svimjinevnd

Svimjinevndin er nú fullmannað. Maria Danielsen heldur fram sum formaður, Øssur Mohr heldur eisini fram, meðan Rói Hjelm er nýggjur limur. Bindilið frá starvsnevndini er Andrea Eldevig. Reidar Simonsen hevur átikið sær framhaldandi at standa fyri metlistunum. Mint verður á, at tað er ábyrgdin hjá felagnum hjá metsetandi svimjara, at boða frá. Boðast skal frá til reidar@susvim.fo. Dagførdur metlisti sæst á heimasíðuni hjá Svimjisambandinum, www.ssf.fo undir kapping/met.

Landsliðsnevnd

Landsliðsnevnd er nú sett á fyrsta sinni. Formaður er Rókur í Jákupsstovu og hinir limirnir eru Elmar Ósá og Ian Skylv Hansen. Bindilið úr starvsnevndini er Palli Eysturberg. Landsliðsnevndin hevur ábyrgd av landsliðsarbeiðinum undir Svimjisambandinum, og skal í størst møguligan mun virka í samstarvi við svimjarar, venjarar og feløgini. Uppgávurnar hjá landsliðsnevndini verða millum annað:

  • at burtur úr visión og stragiætlan hjá Svimjisambandinum gera langtíðarætlan, um hvussu føroysk svimjing skal náa ítróttarligu málini.
  • at gera grundreglur fyri úttøku- og úttøkutreytir til landsliðini, og ymsu landsliðsuppgávurnar.
  • at gera grundreglur fyri úttøku av venjarum til ymsu uppgávurnar hjá landsliðunum.
  • at leggja skrá fyri landsliðsarbeiðið, býtt í stutt- miðal- og langtíðarætlan og tryggja sær, at skráin altíð er dagførd og avspeglar støðið á svimjingini og fíggjarligu orkuna.

Útbúgvingarnevnd

Ábyrgdin av útbúgvingini innan Svimjisambandið er løgd í hendurnar á teimum, ið hava virkað við Svimjiskúlan og í útbúgvingarnevndini er Rúni Gaardbo formaður, meðan limir eru Pálin Olsen og Rókur í Jákupsstovu, bindilið frá starvsnevndini er Jórun Eið Johannesen.

Við svimjikvøðu

Jon Hestoy

This entry was posted in Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.