Pál til World Cup í Stockholm

Í døgunum 11. og 12 november verður FINA World Cup kappingin í svimjing í Stockholm. Svimjisambandið hevur avgørt at melda Pál Joensen til í 400 frí og 1500 frí. Pál hevur bestu tíð í heiminum hetta kappingarárið í 25 metra hyli.

Tilmeldaður við sjeyndibestu og  fjórðbestu tíð

Pál er tilmedaður við tíðinum, ið hann svam til DMK herfyri og gevur tað honum eina seeding sum nr. 7 í 400 metrar frísvimjingin við 3:45.21. Henda kapping verður svomin við innleiðandi og finalu týsdagin 11. november. Mikudagin 12. november skal Pál svimja 1500 metrar frísvimjing, ið verður svomin við veikasta riðli um morgunin og skjótasta riðli um kvøldið. Her er Pál tilmeldaður við tíðini 14:49.34, hetta er fjórðbesta tilmeldingartíðin. Besta tilmeldingartíð hevur danin Mads Glæsner við tíðini 14:45.19, OL-gullvinnarin Oussama Mellouli er tilmeldaður við næstbestu tíð og amerikumaðurin Robert Margalis er tilmeldaður við triðbestu tíð, hetta er ein púra opin kapping og vónirnar til Pál eru stórar.

This entry was posted in Kapping, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.