Formansfrágreiðing 2008

Enn eitt hendingarríkt ár innan føroyska svimjing er runnið. Vit kunnu staðfesta at vit aftur í farna árið hava haft framgongd á fleiri økjum og er tað at fegnast um.

Seinasta vetur vóru Føroyar vertir fyri NJM í Tórshavn. Hetta varð eitt stórt tiltak at skipa fyri og vil eg gjarna vegna starvnevndina takka hjartaliga fyri tað megnar arbeiði í tit løgdu í hetta.

Í samband við FM 2008 fingu vit fráboðan frá Kringvarpið Føroya, at tey ikki vildu senda frá svimjing í ár. Hetta tók SSF til eftirtektar og starvsnevndin fekk fullan stuðul at royna aðrar miðlar fyri at fáa sent FM í svimjing.

Sum kunnugt bleiv avtala um framleiðslu gjørd við Miðlahúsið, Rás 2 og R2Net og kunnu vit fegnast um at hetta gekk sera væl. Tað samstarv vit fingu í lag til FM, bleiv endurtikið í summar, tá vit luttóku í EJM í Beograd.  Vit fingu staðfest at tilber at framleiða beinleiðis sendingar av svimjing við góðum samstarvið millum svimjingina og miðlahúsið. Eg vil gjarna takkað øllum tykkum sum løgdu stórt arbeiðið í hesar uppgávur og takkað tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum fyri hansara góðu hjálp.

Starvsnevndin hevur lagt orku í at skipa umsitingina av SSF soleiðis at vit nú hava skrivstovufólk sum takað sær av flest øllum dagligum uppgávum. Starvsnevndin metir hetta sum ein fyrimun og kunnu nevndarlimirnir framyvir røkja aðrar uppgávur enn teir annars hava gjørt.

Vit eiga at endurtakað hjálparfólkaskeiðini komandi vetur, eins og telduførleikin til tær skipanir sum verða nýttar innan svimjing, skal mennast

Onkur av feløgunum hava skipa Master svimjing og vónandi gongur ikki ov long tíð, til kappingar verða innan hesa grein.

Eg meti hetta sum eitt sera gott tiltak hjá feløgunum, og kann hetta vera við til at finna enn fleiri fólk runt um í landinum sum kunnu luttakað í svimjing – bæði sum svimjarar og hjálparfólk annars.

Tó at seinsata árið hevur verið merkt av tosi um kreppu innan vinnuna, er tað eydnast okkum at fáa tveir nýggjar samstarvsfelagar afturat teimum trimum hava frammanundan, soleiðis at vit komandi tvey árini hava tryggja okkum eitt gott íkast til menningina av ítrótti okkara við 5 avtalum um stuðul til Svimjisambandið.

Eg havi nú verið fýra ár í hesum felagskapi og má siga, at tað hevur verið sera áhugavert og avbjóðandi at verið ein partur av føroyskari svimjing.  Sjálvur hevði eg onki samband við svimjing áðrenn eg kom í SSF, hvørki sum svimjari, foreldur ella í svimjifelag.

Nú eg farið frá sum formaður, má eg viðganga at tað varð sera stuttligt og gevandi at vera við. At síggja tey framstig sum SSF og ikki minst íðkarar hava staði fyri. Hvør minnist ikki tá vit fóru til Australia at kappast í HM. Tað varð svakt …… og so Oyggjaleikirnir á Rhodos, har svimjingin veruliga gjørdi bart, tað varð jú heilt vilt !!!

At halda NJM aftur í Føroyum og skipa fyri FM, har harður orðadráttur varð við fjølmiðlafólk er eisini nakað eg aldri fari at gloyma.

Vit eiga góðar evnaríkar svimjarar runt um, sum framyvir kunnu fara til kappingar bæði her heima og uttanlanda og eg eri sera glaður fyri at eg fekk møguleika at vera ein partur av hesi ítrótt !

Vit fingu 3-faldan europameistara í ár og er tað mín vón og ynski at vit eisini í framtíðini koma at upplíva slíkar hendingar, sum geva afturljóð um alt europa – ja kanska um allan heimin.

At enda skal eg takkað fyri gott samstarv. Serliga er tað Eli Stakksund, Helgi á Fløtti, Oluffa á Høvdanum sum saman við Jórun Eið og Maud Poulsen hava sitið í starvsnevndini saman við mær.

Petur Heðin á Fløtti, Jón Bjarnason, Rókur í Jakupsstovu, Katrin Joensen og Jon Hestoy eiga eina serliga tøkk fyri teirra innsats og tað arbeiðið tit hava hjálpt mær við. Tit hava mangan verið góð at ráðført seg við…

Síðst, men ikki minst, skal eg takkað øllum feløgunum fyri teirra arbeiði runt um í landinum eins og Norðoya Sparikassa, Atlantic Airways, Intersport, Vodafone og Tryggingarfelagnum Føroyar sum veruliga hava trúð uppá okkara visión… og hava skriva nýggjar avtalur um at vera partur í svimjifamilju Føroya komandi tvey árini.

This entry was posted in Felagsskapur, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.