Heilsan

Í samband við FM 2008 og at altjóða svimjisambandið fyllir 100 ár í ár, hava vit fingið hesa heilsan frá FINA forsetanum.

Kæru arbeiðsfelagar og vinir.

Í 2008 hátíðarheldur FINA 100 ára stovningardagin. FINA varð sett á stovn hin 19.juli 1908 í samband við OL í London. 8 lond vóru við frá byrjan, tey vóru Belgia, Danmark, Finnland, Frakland, Týskland, Stóra Bretland, Ungarn og Svøríki.

Umboð úr hesum londum virkaðu sum stovnarar av FINA og nú, 100 ár seinni, er FINA umboðað við svimjisambondum í 195 londum í øllum heiminum.

Í hesum serliga felagsskapi, sum hátíðarheldur 100 ár av stríði og góðum úrslitum, vil eg minna á, týdningin av okkara ítrottargrein í sosiala samfelagnum í hvørjum einstakum landi.

Svimjing er meira enn bert ein ítrottargrein, svimjing bjóðar okkum eisini lærdóm í lívinum :

·       Ein skúli við fysiskari útbúgving – Ongin onnur ítrottargrein bjóðar betri ískoyti til harmoniska búning av barnakroppinum.

·       Ein skúli við tryggari útbúgving – har ið vit, við at duga at svimja, kunnu bjarga mannalívum í vatninum.

·       Ein skúli við hvíld og vælveru fyri kropp og sinn.

·       Ein skúli við socialari harmoni – sum tekur lut í einum samfelag, bæði í vatni og á turrum.

·       Og ein skúli við fair play. Tað er mangan víst av okkara fremstu íðkarum at teir duga at vísa virðing, tolsemi og vinarlag, annaðhvørt teir kappast ella stuðla hvørjum ørðum.

Hvørt av okkara svimjisambondum hava til uppgávu at nýta hesar fyrimunir til best møguliga áhuga.

Hóast vit ferð eftir ferð síggja góð, og støðugt betrandi úrslit í kappingum sum OL, HM og heimligum stevnum, er enn nógv eftir at gera í nógvum londum. Eg vil tí eggja avvarandi myndugleikar at hjálpa okkara svimjisambondum við at játta neyðugan stuðul til at gera eina menningarætlan fyri vatn-ítrott sum umfatar fylgjandi :

·         At verja vatn, sjálvandi.

·         At byggja hyljar og skapa møguleikar fyri fleiri spæli og venjingarøkjum.

·         Frálæra í svimjing skuldi verið kravd í skúlum.

·         At skapa fast samstarv við allar almennar myndugleikar : heilsu og skúlamálaráð, kommunur osfr.

·         At leita jaligan stuðul í miðlum og ynskja at teir stuðla hjálparfólki í teirra sjálvbodna arbeiði sum venjarar og fyriskiparar.

Tað er ikki altíð lætt at finna fígging til slík verk. Men altjóða samstarv skuldi verið alt meiri sjónligt í ítrottarheiminum av tí at tað kann vera við til at ímynda frælsi og harmoni.

Í dag æra vit teimum sum hava veitt sítt íkast til FINA søguna, íðkarnir sjálvandi. Men eisini venjarar og hjálparfólk teirra.

Einastandandi síður í ítrottarsøgubókini eru skrivaðar seinastu 100 árini. Ikki bara á altjóða støði, men eisini í nærumhvørvi. Í dag takka vit serliga øllum teimum sjálvbodnu sum hava veitt tíð og orku til okkara ungdóm. Uttan tey høvdu vit ikki havt slíka viðgongd.

Mustapha Larfaoui, Forseti

This entry was posted in Felagsskapur, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.