Stuðulsavtala

Svimjisamband Føroya og Intersport hava gjørt tvey ára avtalu um samstarv. Avtalan inniber m.a., at føroyska svimjilandsliðið fram til HM á stuttbana í Dubai, nýtir klæðir av merkinum HUMMEL frá Intersport.

Palli Ziskason, formaður gleðist um, at svimjisambandið hevur fingið ein samstarvsfelaga afturat. Frammaundan eru Norðoya Sparikassi og Atlantic Airways høvuðsstuðlar hjá Svimjisambandinum. Hetta samtarv hevur verið síðan 2006 og er fyrbilis galdandi til komandi summar, eftir HM á langbana í Italia.

This entry was posted in Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.